7 afrikanarar hoppaðu av í Melbourne

Tríggir svimjarar og ein dómari úr Burundi, tveir svimjarar úr Kongo og ein svimjari úr Sierra Leona søktu politiskt friðskjól í Avstraliu, eftir heimsmeistarastevnuna í Melbourne í vár. Ein rúgva hoppaði eisini av ísv Commonwealth Games, og tey eru tí 40 ítróttarfólk nú úr Afrika og Bangladesh sum søkja um friðskjót í Avstralia. Lesið her.

Eingin tikin fyri doping í Melbourne

FINA skrivar her at antidopingmyndugleikarnir gjørdu tilsamans 393 dopingkanningar á HM í Melbourne, av tilsamans 233 íðkarum úr 40 londum. Av teimum vóru 304 kanningar vanligar urinkanningar (har tey kanna fyri klassisk dopingevni sum anabolskar steroidir o.t.), og 89 urinkanningar at staðfesta EPO. Men einki varð funnið.

Oussama Mellouli viðgongur doping

Dopingroyndirnar staðfestu amfetaminir í blóðinum hjá honum runt US Open í Indianapolis í fjør, og Mellouli viðgekk at hava tikið onkra tablett til at halda seg vaknan upp undir eina roynd í skúlanum. Tunesiska svimjisambandið helt at hann skuldi sleppa við eini ávaring, men nú er spurningurin um tað ikki verður meira enn so. Ikki so gott, tá man júst hevur vunnið gull og silvur á HM.

Dopingreglurnar eru eftir øllum at døma eitt sindur óklárar hesum viðvíkjandi. FINA og CAS (Court of Arbitration of Sport) siga ‘andan í lógini’ vera at eitt og hvørt ítróttarfólk hevur ábyrgd fyri hvat sum fer í kropp teirra, meðan WADA (World Anti Doping Association) sigur at straffurin kann minkast um evnið annaðhvørt er vanligt í medisini, ella ikki verður mett at betra um ítróttarligu evnini.

Líka mikið, FINA hevur nú biðið CAS um at endurviðgera positivu dopingroyndina hjá Mellouli. Straffurin kann sambært SwimNews verða útilokilsi frá 2 mánaðum til 2 ár, og hartil skulu úrslit hjá honum strikast runt hendingina. Ikki so gott, við tað at hansara gull í 800 frí og silvur í 400 frí á HM í Melbourne eftir øllum at døma kunnu vera innan fyri hesi tíðargrensu.

Lesið upprunaligu tíðindini her á SwimNews

Ian Crocker um kolldømingina sunnudagin

Ian Crocker kolldømdi sum kunnugt 4 x 100 blandað stafettina hjá USA á HM í Melbourne seinasta sunnudag, og oyðilegði harvið møguleikan hjá Michael Phelps at vinna metnógv gullheiðursmerki á éinari stevnu. Á blogginum hjá sær á SwimRoom.com lýsir hann nú støðuna hjá sær sum at hava fingið eitt arr afturat at liva við.
Continue reading Ian Crocker um kolldømingina sunnudagin

Kina ringasta úrslit í 15 ár

Kinesiski landsliðsvenjarin Zhang Yadong sigur at hann fer ikki at mótmæla, um stjórarnir hjá honum loysa hann úr starvi, nú eftir ringa úrslitið í Melbourne. Tað varð einans til éina silvur og éina bronsu á HM, sum er ringasta úrslit hjá Kina í 15 ár. Landsliðsvenjarin heldur orsøkina vera avoldaðar venjingarhættir, og loysnin skal tí verða at fáa útlendskar venjarar til Kina, umframt at senda kinesiskar svimjarar uttanlanda.

Sum dømi nevnir 400 metur svimjarin Zhang Lin, at hann og koreanski Tae-Hwan Park vóru líka góðir, inntil Park fór til Avstraliu at venja. Park vann sum kunnugt gull í 400 frí og bronsu í 200 frí í Melbourne. Eitt annað dømi er Wu Peng, sum vann silvur langt eftir Michal Phelps í 200 firvald. Hann fer næsta mánaða til USA at venja saman við Phelps, fyri at læra.

Hetta við at fara til USA er veruliga blivið gongda leiðin hjá heimsstjørnunum í dag. Sat og hugdi at upptøkuni frá Melbourne í gjár (runt teir 200 firvald hjá Phelps), og fangaði tilfeldigvís at kommentatorarnir nevndu at breiddin ‘sum teir høvdu spátt frammanundan’ varð blivin nógv størri í dag. Haldi tað var í teimum 200 frí hjá kvinnum, har so gott sum øll finalan var evropeisk. Tá forkláraðu teir hesa gongdina við, at fleiri og fleiri svimjarar fóru til USA at svimja á college.

Her eru upprunatíðindini á swimnews.com

Speedo og onnur heiðra Michael Phelps

Speedo hevur eina heilsíðulýsing við Phelps í mest lisnu avísirnar í USA í dag, “USA Today” og “New York Times”. NBC kallar hann “the greatest athlete on the planet”, ESPN.com sigur at hansara bragd var “the greatest swim performance ever”, og Yahoo kallar hann “the person of the week”.

Speedo hevur enntá eitt heilt avsnitt í nethandli sínum á www.speedousa.com, har man kann keypa ta kappingar- og venjingarútgerð sum Phelps brúkar. Alt frá kappingardrakt til blusu, ryggsekk, hondplátur og fitjur. Og tey hava lagt video av teimum 7 gullheiðursmerkjunum og 5 einstaklinga-heimsmetunum hjá honum her, online á heimasíðuni.
Continue reading Speedo og onnur heiðra Michael Phelps

Tríggir teir síðstu dagarnir á HM

Sum nevnt so steðgaði heimasíðan her eitt sindur upp í vikuskiftinum, vegna svimjistevna í Klaksvík. Eg má tí heldur skunda mær at draga saman um hesar seinastu dagarnar, har Pál svam flott føroyskt met í 1500 frí, meðan Hackett ikki kláraði at vinna sítt fimta HM í somu grein á rað, og Phelps mátti síggja vónirnar um 8 gullheiðursmerki fara uttan at hava nakra ávirkan á tað sjálvur.

Pál svam teir 1500 frí á 16:23.56 sum var meira enn 10 sekund skjótari enn gamla metið. Harvið settu føroysku svimjararnir 6 føroysk met, og svumu faktiskt bestu tíðir í allarflestu kappingum. Øll fýra settu føroyskt met, og sum heild er hetta óvanliga flott klárað av teimum øllum, umframt av teimum sum vóru teimum til hjálpar.

Kap. Dagf. Grein Riðil Geil Svimjari Tilm.tíð Úrslit Gev gætur
2 25/3 400 frí 3/10 5 Pál Joensen 4:10.76 4:08.40 Føroyskt met
5 25/3 400 fri 3/9 7 Jutta Thomsen 4:36.52 4:36.15
5 25/3 400 frí 3/9 1 Mona Simonsen 4:40.94 4:34.47 Persónligt met
10 26/3 200 frí 5/15 7 Pál Joensen 1:59.41 1:59.82
16 27/3 200 frí 3/14 7 Jutta Thomsen 2:16.01 2:10.81 Føroyskt met
16 27/3 200 frí 4/14 8 Mona Simonsen 2:17.28 2:12.45 Persónligt met
17 27/3 800 frí 2/6 8 Pál Joensen 8:49.89 8:30.31 Føroyskt met
19 28/3 100 frí 6/22 4 Kristian Olsen 55.55 54.43 Føroyskt met
19 28/3 100 frí 8/22 2 Pál Joensen 56.43 55.07 Persónligt met
22 29/3 100 frí 5/18 8 Mona Simonsen 1:04.33 1:03.01 Persónligt met
28 30/3 50 frí 7/24 6 Kristian Olsen 24.56 24.65
28 30/3 50 frí 14/24 8 Pál Joensen 26.88 26.03 Persónligt met
29 30/3 800 frí 2/7 3 Jutta Thomsen 9:33.64 9:32.79 Persónligt met
29 30/3 800 frí 2/7 6 Mona Simonsen 9:35.39 9:18.65 Føroyskt met
36 31/3 1500 frí 4/7 5 Pál Joensen 16:33.14 16:23.56 Føroyskt met

Hvat heimsstjørnunum viðvíkur, so vórðu seinastu dagarnir eisini áhugaverdir. Svenski veteranurin Therese Alshammar vann gull í 50 firvald (setti CR í semifinaluni), og silvur í 50 frí (hon er fødd í 1977, altso eini 30 ár nú), og landsmaðurin Stefan Nystrand vann bronsu í 50 frí. Michael Phelps vann á Ian Crocker í 100 frí. Kate Ziegler vann á Laure Manaudou í 800 frí. Avstralska kvinnustafettin í 4×100 blandað setti heimsmet. Amerikansku Michael Phelps og Katie Hoff setti bæði heimsmet í 400 blandað.

Og sjokk/gølur vóru eisini. Kamphanarnir Grant Hackett og Larsen Jensen nyttaðu báðir einki tá ið tað kom til stykkis, hóast spádómurin hjá Hackett varð til veruleiki, at 7 fóru undir 15 minuttir í 1500 frí. Ian Crocker diskaði amerikansku stafettina í 4 x 100 blandað, sum gjørdi at Michael Phelps harvið ikki kundi náa tey metnógvu 8 gullheiðursmerkini.

Men sum heild man hetta hava verið eitt heilt serligt HM, bæði fyri føroyingar og fyri heimin sum heild. 6 føroysk met og eini 15 heimsmet, umframt ein rúgva av ‘championship records’ (CR- besta tíð svomin á einum HM). Ein einastandandi Michael Phelps, sum tangeraði metið hjá Mark Spitz ,og vegna sítt fjølbroytni verður hildin at hava framt eitt tað størsta bragdið nakrantíð.

Soleiðis vórðu seinastu heiðursmerkini býtt:

Leygardag

50 firvald kvinnur

  1. Therese Alshammar (SWE), 25.91
  2. Danni Miatke (AUS), 26.05
  3. Inge Dekker (NED), 26.11

50 frí menn

  1. Benjamin Tobriner-Wildman (USA), 21.88
  2. Cullen Jones (USA), 21.94
  3. Stefan Nystrand (SWE), 21.97

200 rygg kvinnur

  1. Margaret Hoelzer (USA), 2:07.16 (CR)
  2. Kirsty Coventry (ZIM), 2:07.54
  3. Reiko Nakamura (JPN), 2:08.54

100 firvald menn

  1. Michael Phelps (USA), 50.77
  2. Ian Crocker (USA), 50.82
  3. Albert Subirats Altes (VEN), 51.82

800 frí kvinnur

  1. Kate Ziegler (USA), 8:18.52 (CR)
  2. Laure Manaudou (FRA), 8:18.80
  3. Hayley Piersol (USA), 8:26.41

4 x 100 blandað kvinnur

  1. Avstralia, 3:55.74 (WR)
  2. USA, 3:58.31
  3. Kina, 4:01.97

Sunnudag

50 rygg menn

  1. Gerhard Zandberg (RSA), 24.98
  2. Thomas Rupprath (GER), 25.20
  3. Liam Tancock (GBR), 25.23

50 bringa kvinnur

  1. Jessica Hardy (USA), 30.63
  2. Leisel Jones (AUS), 30.70
  3. Tara Kirk (USA), 31.05

400 blandað menn

  1. Michael Phelps (USA), 4:06.22 (WR)
  2. Ryan Locthe (USA), 4:09.74
  3. Luca Marin (ITA), 4:09.88

50 frí kvinnur

  1. Lisbeth Lenton (AUS), 24.53
  2. Therese Alshammar (SWE), 24.62
  3. Marleen Veldhuis (NED), 24.70

1500 frí menn

  1. Mateusz Sawrymowicz (POL), 14.45.94
  2. Yury Prilukov (RUS), 14:47.29
  3. David Davies (GRB), 14:51.21
  4. Larsen Jensen (USA), 14:52.98
  5. Federico Colbertaldo (ITA), 14:56.22
  6. Craig Stevens (AUS), 14:59.11
  7. Grant Hackett (AUS), 14:59.59
  8. Erik Vendt (USA), 15:07.76

400 blandað kvinnur

  1. Karie Hoff (USA), 4:32.89 (WR)
  2. Yana Martynova (RUS), 4:40.14
  3. Stephanie Rice (AUS), 4:41.19

4 x 100 blandað menn

  1. Avstralia 3:34.93
  2. Japan, 3:35.16
  3. Russland, 3:35.51

Herferð móti føroysku luttøkuni á HM

Nikki Dryden á swimnews.com hevur seinastu tríggjar dagarnar talað rættiliga harðliga at politikkinum hjá FINA, at veita fíggjarligan stuðul til veikari lond at luttaka á HM. Í tveimum teimum fyrstu greinunum (29. og 30. mars) sleppa vit føroyingar rættiliga snikkaleysir, við tað at hann fyrst og fremst leggur á ‘turistunum’ úr Afrika. Men í gjár er álopið rættað móti teimum 5 londunum sum FINA hevur stuðlað hóast tey ikki eru góðkend av Olympisku nevndini, og tá verður álopið jú beint á Føroyar, bæði so og so.

Fyrsta greinin eitur “Where are all the Women?“, har hann kritiserar at FINA ikki hevur kravt javnt býti millum menn og kvinnur á liðunum. Eftir øllum at døma betalir FINA fyri uppihald og flogferð hjá 4 svimjarum og 2 hjálparfólkum úr hvørjum landi, uttan at krevja at talan skal vera um t.d. 2 menn og 2 kvinnur. Og tí luttaka ein rúgva av londum bara við monnum.

Her er eingin orsøk hjá okkum at føla okkum rakt, við tað at Føroyar luttaka við 2 gentum og 2 dreingjum.

Næsta greinin eitur “Quantity Not Quality: FINA’s Strategy“, har hann leggur á at summi lond luttaka við reinum turistum. Nevnir onkran svimjara úr Ghana, føddur ár 1975, sum akkurát kláraði at svimja undir 4 minuttir í 200 bringu, bara fyri at verða kolldømdur. Og at nógvir rímiliga gamlir luttakarar fóru til Avstraliu fyri síðani at strika sína luttøku í seinastu løtu.

Nøkur citat:

“Why is there a 32 year old who goes a 3:58 in the 200 breast competing at the World Championships? How on earth is that helping to develop swimming in Ghana? I do not think it is. Instead, I think it’s a nice free trip to Australia for a bunch of men.”

“Of those 11, there were three 32 year olds, one 30 year old, and one guy aged 29. Why are they scratching from the 50 free? Too much shopping?”

Men aftur her er eingin orsøk hjá okkum at føla okkum rakt. “So all together, Faroe Isles are doing very, very well” 🙂

Triðja greinin “Money Can Be Spent More Wisely” rakar tó nógv meira plett, á eitt mál sum er ógvuliga eymt fyri okkum føroyingar. Nevniliga at vit ikki hava olympiskan limaskap. Dryden heldur her at FINA-pengarnir eru burturblakaðir, um stuðulin allíkavæl ikki kann føra til OL-luttøku, og tað kann man so diskutera. Talan er sambært Dryden um 5 lond, sum merkir at vit eru 20% av trupulleikanum.

Eg veit hvørki um maðurin er liðugur at skriva um hetta mál, ella um tað hevur nakran týdning fyri hvat fólk halda um politikkin hjá FINA. SwimNews er gott nokk ein tann størsta svimjiheimasíðan í heiminum, sum hevði til dømis 55.405 ‘pageviews’ í gjár, sambært mátingunum hjá Alexa. Men eingin sigur at fólk eru einig, bara tí at Dryden skrivar soleiðis. Vit føroyingar mugu bara royna at hava argumentini klár, ífall at onkur týðandi skuldi sett okkum somu spurningar.

Ella fáa okkum IOC-limaskap 🙂

Phelps náddi ikki tey 8 HM-gullini

Katastrofa! Michael Phelps kom so ræðuliga nær at seta met í tal av gullheiðursmerkjum á éinari stevnu, tá ið hann fyrst vann einstaklingakappingina í 100 firvald á Ian Crocker og síðani nú setti heimsmet í 400 blandað. Men áttanda og trygga heiðursmerkið í 4 x 100 blandað reyk vegna kolldøming, tá ið Ian Crocker tjóvstartaði í innleiðandi riðlinum.

Spurningurin er so hvør sum átti feilin í riðlinum: Firvaldasvimjarin Ian Crocker sum tjóvstartaði, ella bringusvimjarin Scott Usher sum svam beint áðrenn. Venjarar plaga at siga at ábyrgdin er hjá tí sum svimur áðrenn, við tað at næsti svimjari meira ella minni startar ‘blindt’, tá ið hin er komin so og so nær at vegginum, og tann sum svimur tí ikki má slækka av ella kiksa seinasta innslag. Men eg havi ikki sæð riðilin enn, og Eurosport tykist so avgjørt at geva Crocker skyldina.

Drápuliga ærgeligt hjá Michael Phelps, sum bara kundi sita og hyggja at. Hann svam nevniliga ikki innleiðandi riðilin (sum vanligt er, um man hevur nóg nógvar góðar til taks), og sat tí á áskoðaraplássunum meðan hinir kolldømdu seg. Skuldi sjálvsagt svimja í finaluni, tá ið teir komu so langt. Men OK, hann náddi so tey sjey, sum er tangering av gamla metinum hjá Mark Spitz.

Lesið upprunatíðindini á Eurosport