FM 2007 í SVF

Sum tit kunnu lesa á ssf.fo, so hevur SVF fráboðað Svimjisambandinum, at tey í ár senda einans frá finaluumfarinum leygarkvøldið (kl 18-20), har tey flestu onnur ár hava sent bæði fríggjakvøld og leygarkvøld.

Tað vil siga at vit fara at síggja hesar kappingar beinleiðis í sjónvarpinum:

  • 15 : 400 frí kvinnur
  • 16 : 100 firvald menn
  • 17 : 200 firvald kvinnur
  • 18 : 200 frí menn
  • 19 : 100 bringa kvinnur
  • 20 : 50 rygg menn
  • 21 : 200 rygg kvinnur
  • 22 : 100 blandað menn
  • 23 : 400 blandað kvinnur
  • 24 : 100 bringa menn
  • 25 : 50 frí kvinnur
  • 26 : 4×100 frí menn
  • 27 : 4×100 blandað kvinnur

Av hesum verður nokk serliga 50 frí spennandi, meðan 200 firvald og rygg verða slakari, vegna fáar luttakarar og/ella knúsandi mótstøðu (les: Elspa í rygg).

400 frí kann eisini hugsast at verða spennandi, um bæði Jutta og Mona svimja, umframt kanska Elspa. Og 200 frí millum Pál og Andrass kundi eisini verði rættiliga spennandi.

100 metrarnir tykjast allir eitt sindur ivasamir, við tað at eg ikki ordiliga veit um nakar í løtuni satsar uppá akkurát hesar greinir. Jú Beinir í 100 blandað, og kanska Jákup Mohr í 100 bringu, umframt Karina Petersen eisini í 100 bringu. Men 100 firvald hjá monnum? Kanska Pál ella Petur McIntosh, ella Kári á Høvdanum.

Stafettirnar eru hinvegin heilt ókey 🙂

One thought on “FM 2007 í SVF”

  1. Ja so er at vóna at tað ikki blívir ein langur spurtir frá SSF at fáa allar finalurnar ígjøgnum áðrenn klokkan 19:15 sum seinasta ár. Eg meini at SVF má koma sum nr.17 ella 18 í røðini av prioriteringum. Eg havi í øllum førum fleiri ting í eg leggi størri dent á enn SVF. Tað verður eitt sera tunt FM (hugsi kvalitet) um profilarnar bert svimja 1 ella 2 kappingar tí at kappingin skal drønast ígjøgnum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.