Fyrsta heilsan av Rhodos

So eru vit triathletar eisini komnir upp á pláss á Rhodos, um enn tað var eitt sindur kaotiskt í nátt. Vóru ikki í íbúðunum fyrr enn kl 05:30 lokala tíð, av tí at trupulleikar vóru hjá teimum lokalu at finna fram. Men nú hava vit so sovið og etið, og so er tað so rímiliga gloymt 🙂

Her er steikjandi heitt ! Um tit fyristilla tykkum at ljósið er so bjart sum í einum solarium, og onkur so fønar tykkum um allan kroppin samstundis, við luft sum er tilsett onkrum undarligum kryddaríi, so er tað nøkulunda fornemilsið. Man lærir skjótt at ganga spakuliga, fyri ikki at fara at postsveitta.

Kona Evald hevði tosað við onkran lokalan í gjár, sum segði at hitin í síðstu viku (46 hitastig) var tað heitasta sum her hevði verið í 100 ár. So vita vit tað. Men veðurvánirnar eru tíbetur at varmin skal fara niður aftur á tær 30 áðrenn leikirnar. Á hesum svalliga kontórinum sum eg eri beint nú, eru 32 gradir við air conditioning.

Nei, alt er ikki heilt klárt enn, og heldur ikki perfekt. Jon Bjarnason berjist fyri at fáa sóltak yvir svimjararnar, og Høgni stúrir fyri at svimja 1500 metrar á bana 8, av tí at rákið í hylinum er so kraftigt at hann hevur trupulleikar við ikki at reka av bananum. Borðtennisspælararnir hava uppdagað at tey ikki hava fingið air conditioning í høllini sum ætlað, men varmablásarar i staðin (latið okkum vóna at teir kunnu vendast til at blása kulda, onkunsvegna).

Kranavatnið er lunkað her, av hitanum. Man skal koyra tað í køliskapið fyri at fáa heitt [Bartal: kalt?] vatn. Vit keypa sjálvsagt yvirhøvur vatn á fløsku, og kóka kranavatnið til kaffi. Tad smakkar annars fínt.

Ná eg má renna. Vit fara yvir á hotellið hjá føringunum nú eftir súkklunum hjá triathletunum, og so skulu teir súkkla heim áðrenn tað verður myrkt. Vit hava leigað ein bil til at koyra runt við, so tað gongur fínt. Eg skrivi hetta frá kontorinum hjá tí sum útleigar okkum íbúðir, og vænti at kunna gera tað nógv næstu dagarnar; so tit frætta nokk meira seinni 🙂

Bartal, vinarliga rætta tú tekstin her til føroyskar stavir, um tú hevur tíð.

Við ítrottarkvøðu

Rókur

 

Meðan vit bíða…

Ímeðan vit bíða eftir at hoyra frá føroyingunum á Rhodos muga vit lána tilfar frá øðrum keldum.

Veðrið á Rhodos er gott. Tey hava 30 hitastig og bakandi sól. Súkklarar úr Jersey hava roynt kappingarteinin, ið er 120 km langur við brekkum upp í 10% hall (hallið niðan á Eiðisskarð úr Funningi er í miðal 6,8%). Tíbetur eru tey lokalu fólkini fús í at koma við eina kalda, hjálpandi hond.

Vónandi finna Rókur og Ottar ókeypis tráðleyst net her, so vit kunna fáa fersk tíðindi teimum. Continue reading Meðan vit bíða…

So er klárt at fara

Well, ikki heilt, men Ottar og eg noyðast undir øllum umstøðum at fara um 14:30 tíðina, um vit skulu hava góða tíð til flogfarið kl 17:30. Hetta verður so síðsti postur her áðrenn vit skriva av Rhodos – um vit kunnu skriva, tí tað tykist sum um at svimjararnir ið fóru mánadagin hava torført við at finna internet.

Annars uppdagaði eg nakað ógvuliga áhugavert í gjár, at tey í samband við svimjing á Rhodos krevja skrivliga umsókn frá teimum sum vilja taka myndir á svimjistevnuni (sí síðstu síðu her). Orsøkin er at tey vilja verja tey ungu frá ‘óhóskandi’ myndatøku, sum liður í teirra ‘Child Protection Policy’. So vit mugu væl bara søkja og vóna tað besta, til at fáa myndir á hesa síðuna.

Um einki hoyrist frá okkum yvirhøvur, so verða vit tó vónandi at síggja á SVF í leypi av næstu viku 🙂

Uha, tað verður heitt á Rhodos

Jyllandsposten skrivar at minst 44 fólk eru deyð av hita í Suðurevropa, nú hitin til dømis í gjár fór upp á 45 stig í Rumenia. 29 doyðu har, 4 í Grikkalandi, 3 í Albania, 3 í Italia, og minst 5 í Bosnia, Kroatia og Turkalandi. DMI lovar ikki so ógvusligan hita á Rhodos, men 30-34 hitastig eru tó so óivað ríkiligt til føroyingar, um vit skulu røra okkum samstundis.

Manaudou er klár aftur

Hon svam nú 4:03.38 í 400 frí á fronsku meistarastevnuni, sum er fjórðbesta tíð svomin nakrantíð… og tað er væl at merkja hon sum eigur hinar tríggjar betru eisini. Nýggja stjørnan hjá fyrrverandi venjara henni svam 4:11.03, og Manaoudou her nú sjálvsagt sum mál at gerast fyrsta kvinna sum svimur undir 4 minuttir í 400 frí á langbana. Lesið her.

Michael Klim gevst

Polski avstralin vann ongantíð nakað gullheiðursmerki á Olympisku leikum, men er annars væl nøgdur við sína karrieru, nú hann gevst eitt ár áðrenn hann kundi verði fyrsti avstralski svimjarin sum luttók á fýra Olympisku leikum tilsamans. Annars løgin tíðindi niðast her, um at hann herfyri fekk karantenu frá Avstralska svimjisambandinum, fyri at hava skulkað frá einum offisiellum døgverða.

7 afrikanarar hoppaðu av í Melbourne

Tríggir svimjarar og ein dómari úr Burundi, tveir svimjarar úr Kongo og ein svimjari úr Sierra Leona søktu politiskt friðskjól í Avstraliu, eftir heimsmeistarastevnuna í Melbourne í vár. Ein rúgva hoppaði eisini av ísv Commonwealth Games, og tey eru tí 40 ítróttarfólk nú úr Afrika og Bangladesh sum søkja um friðskjót í Avstralia. Lesið her.

Stress, stress…

Aja… nú eru allir hinir farnir at skriva persónligar frásagnir/bloggar inni á hesari heimasíðuni, so eg kenni meg eisini (sum ein av umsitararnum) noyddan at skriva.

Ein dagur til síðstu próvtøku, tveir dagar til próvhandanina og tríggir dagar til fráferð til Rhodos.
Huff… ikki sørt, at man er við at verða stressaður. Í gjár valdi eg (sjálvt um eg hevði tímað alvorliga væl) at siga pisu-røðuna frá mær. Tíðin var einfalt ikki til staðar, tá lesing til próvtøku og fyrireiking/venjing til oyggjaleikir eisini eru á skránni. Men sjálvt um eg segði røðuna frá mær, so er ríkiligt at gera. Hevði ætlað mær til suðuroyar at bukað hinar triathletarnar í havsvimjing, men tíðin var ikki til staðar – ístaðin sat eg niðurgravaður í fysikkbókum. Samstundis skuldi eg hugsa um, at súklan skuldi gerast tilreiðar soleiðis, at hon kundi fara við flogfarinum í dag (fyrsta flogfarið til Rhodos). Og lat tað verða sagt: tað tekur langa tíð at biksast við súklingini, tá man ikki er vanur! Samstundis, sum man stressar yvir, at man skal venja, lesa og nógv annað.

Beint nú haldi eg slettis ikki, at tað er gingið upp fyri mær, at eg skal avstað til Rhodos hósdagin.

Ein dagur í senn,, siga tey klóku. So í morgin verður tað próvtøka og studentahúga… ótrúligt, tað verður gott at verða liðugur.