Isle of Man búgvar varpa úrslitini frá svimjikappingunum beinleiðis á (hyl) kantinum. Teir nýta Hy-Tek forrit til endamálið.
Tag: net
Meðan vit bíða…
Ímeðan vit bíða eftir at hoyra frá føroyingunum á Rhodos muga vit lána tilfar frá øðrum keldum.
Veðrið á Rhodos er gott. Tey hava 30 hitastig og bakandi sól. Súkklarar úr Jersey hava roynt kappingarteinin, ið er 120 km langur við brekkum upp í 10% hall (hallið niðan á Eiðisskarð úr Funningi er í miðal 6,8%). Tíbetur eru tey lokalu fólkini fús í at koma við eina kalda, hjálpandi hond.
Vónandi finna Rókur og Ottar ókeypis tráðleyst net her, so vit kunna fáa fersk tíðindi teimum. Continue reading Meðan vit bíða…