Stress, stress…

Aja… nú eru allir hinir farnir at skriva persónligar frásagnir/bloggar inni á hesari heimasíðuni, so eg kenni meg eisini (sum ein av umsitararnum) noyddan at skriva.

Ein dagur til síðstu próvtøku, tveir dagar til próvhandanina og tríggir dagar til fráferð til Rhodos.
Huff… ikki sørt, at man er við at verða stressaður. Í gjár valdi eg (sjálvt um eg hevði tímað alvorliga væl) at siga pisu-røðuna frá mær. Tíðin var einfalt ikki til staðar, tá lesing til próvtøku og fyrireiking/venjing til oyggjaleikir eisini eru á skránni. Men sjálvt um eg segði røðuna frá mær, so er ríkiligt at gera. Hevði ætlað mær til suðuroyar at bukað hinar triathletarnar í havsvimjing, men tíðin var ikki til staðar – ístaðin sat eg niðurgravaður í fysikkbókum. Samstundis skuldi eg hugsa um, at súklan skuldi gerast tilreiðar soleiðis, at hon kundi fara við flogfarinum í dag (fyrsta flogfarið til Rhodos). Og lat tað verða sagt: tað tekur langa tíð at biksast við súklingini, tá man ikki er vanur! Samstundis, sum man stressar yvir, at man skal venja, lesa og nógv annað.

Beint nú haldi eg slettis ikki, at tað er gingið upp fyri mær, at eg skal avstað til Rhodos hósdagin.

Ein dagur í senn,, siga tey klóku. So í morgin verður tað próvtøka og studentahúga… ótrúligt, tað verður gott at verða liðugur.

Liðið, sum skal umboða Føroyar til EJM, er mannað

Landsliðsvenjarin hevur úttikið svimjararnar, sum skulu umboða Føroyar til EJM, sum verður í  Antwerpen í Belgia. Kappingin verður svomin í døgunum 18. – 22. juli 2007.

Svimjarnir, sum eru úttiknir, eru hesir:
Elspa Mørkøre FS, Mona Simonsen TS og Guðrun Holm Jacobsen HS
Pál Joensen VS, Dánjal Martin Hofgaard VS og Kári Jóannesarson á Høvdanum FS.

Svimjisambandið sett nýggjan landsliðsvenjara

Á heimasíðuni hjá Svimjisamband Føroya stendur í dag skrivað:

Í samband við tað langtíðarætlan, sum svimjisambandið hevur lagt fram í vár, er landsliðsarbeiðið eisini viðgjørt. Úrslitið av hesi viðgerð er m.a. at vit nú fáa ein landsliðsvenjara, sum ikki er venjari hjá nøkrum ávísum felagi. Hetta meta vit at vera ein fyrimun í dagliga arbeiðinum at menna føroyska svimjing.

Ætlanin er at endurskoða landsliðsarbeiðið og hesum kemur nýggi venjarin at standa fyri. 

Svimjisamband Føroya og Svimjisamband Íslands hava nú gjørt samstarvsavtalu fyri komandi árið.

Samstarvið inniber m.a., at landsliðsvenjari í Føroyum verður Brian Marshall, sum er breti, men býr í Íslandi.

Hann hevur royndir sum venjari í nøkur ár, og er í dag knýttur at íslendska svimjisambandinum.

Samstarvið byrjar 1. august, men longu hetta vikuskiftið verður nýggi venjarin í Føroyum og vitjar í samband við, at oyggjaleikaliðið er á venjingarlegu í Tórshavn.