Harvið sluppu tey akkurát undan niðurflyting til 1. deild, so man ikki Pál hava hjálpt teimum við nøkrum av hasum 224 stigunum sum tey vóru frammanfyri Gladsaxe? WestSwim og Elspa Mørkøre gjørdust nr 2. Lesið her og her á svoem.dk.
Avstralskur svimjari bannaður frá HM vegna slagsmál
Eftir øllum at døma verður Nick D’Arcy skiftur út við ein annan avstralskan svimjara, at fara á HM 2008 í Manchester, eftir at hesin kom upp at berjast á eini barr í Sydney. Slaturin sigur at hann breyt nøsina á Simon Cowley, sum eisini er avstralskur svimjari, og avstralska svimjisambandið velur so at straffa hann við at taka hann av HM liðnum. Lesið her á SwimInfo.
Fyribils úrslit frá Susvim stevnuni
Hey øll
Her er viðheftur ein úrslitalisti, hann er ikki býttur upp í bólkar, grundin er at eg av eini hvørjari grund ikki fáði Grodan at gera sum eg vil, men tað verði eg at finna út av, og sendi so ein nýggjan úrslita lista.
Mona klárað kravtíðina til HM
Sum tit kunnu lesa her av susvim.com, so hevur Mona Simonsen á Susvim-stevnuni í dag svomið 400 frí í tíðini 4:27.96, har kravtíðin til HM 2008 í Manchester er 4:28.01. Harvið verða tey 4 sum fara til HM um eina viku ella so: Shaila Millum Garðarnar (SuSvim), Pál Joensen (SuSvim), Kári J. á Høvdanum (FS) og Mona Simonsen (SuSvim). Continue reading Mona klárað kravtíðina til HM
Ikki tekniskir trupulleikar á DHM 2008
He he he, livetiming.se svaraði til beint nú í áðni “På grund af ikke tekniske problemer er stævnestart udsat til 16.20”. Gud viti hvat tað er, ‘ikki tekniskir trupulleikar’.
So-so tíðir á DHM í morgun
Pál Joensen svam 200 frí í tíðini 1:53.06, har hansara føroyska met er 1:51.79. Elspa Mørkøre gjørdist nr 2 í 200 rygg við tíðini 2:16.20, har hennara føroyska met er 2:15.15. Men OK, hinvegin svam Pál 200 bringu í tíðini 2:28.09, og Elspa svam 100 rygg á 1:02.81 í 4 x 100 blandað stafettini, har hennara føroyska met er 1:03.78. Continue reading So-so tíðir á DHM í morgun
Pál svam 2:10.34 í 200 firvald
“We meet again!”, hava teir báðir Pál Joensen og Jon Rud nokk hugsað, tá ið teir møttust til at skula svimja á geil 3 og 4 í riðli 3 í 200 firvald. Í 1500 frí í morgun vann Pál klárt; men hesa ferð var tað Jon sum slapp at smyrja hin av, hóast hann (Rud) ikki varð nr 1 í riðlinum (tað var Anders Frahm við 2:00.58), og hóast Pál svam undir føroyska metið. Continue reading Pál svam 2:10.34 í 200 firvald
Flottar undirvatnsmyndir frá Eindhoven
Reuters hevur eina áhugaverda grein her á bloggu síni, um hvussu ein professionellur myndamaður tók undirvatnsmyndir á evropeisku meistarastevnuni í Eindhoven. Einar 122 myndir hjá honum kunnu síggjast her á Reuters, ið klárt vísa armtaksteknikk og annað hjá nøkrum av størstu svimjistjørnunum í heiminum.
Libby Trickett undir 24 í 50 frí
Avstralska Libby Trickett (fødd Lenton) hevur í morgun við tíðini 23.97 sett nýtt langbana heimsmet í 50 frí hjá kvinnum, og er harvið fyrsta kvinna undir 24 sekund í 50 metra hyli. Harvið eru átta heimsmet sett á avstralsku úttøkumeistarastevnuni til olympisku leikir; tvey fleiri enn á teirri annars framúrskarandi evropeisku meistarastevnuni. Lesið her á SwimNews.
Pál Joensen svimur 1500 frí á DHM í morgun
Tað er kapping nr 7 á Danske HoldMesterskaber í morgun, og Pál skal svimja í riðli 3 av 4. Til ber at fylgja við ‘live’ her á livetiming.se. Pál vinnur mest sannlíkt teir 1500, av tí at Mads Glæsner ikki svimur; men tað sæst ikki á skránni, við tað at feløgini sjáldan melda til við tilmeldingartíðum á DHM. Danska juniormetið (hjá Glæsner) er 14:50.72, og seniormetið 14:45.16 Continue reading Pál Joensen svimur 1500 frí á DHM í morgun
