Árliga svimjiráðstevnan hjá danska svimjisambandinum var í ár so avgjørt ein tann besta eg havi luttikið á. Ikki at hinar hava verið vánaligar; men hendan hevði veruliga góðar karmar, ófatiliga áhugaverdar høvuðsrøðarar, og var hartil so langt frá handilsstøðum og øðrum, at øll eyka tíð varð brúkt til at tosa við aðrar venjarar.
Tey løgdu hart út, við tað at høvuðsrøðarin Richard Quick av einhvørjari orsøk mátti hava alt sítt longu fríggjakvøld. Har var tí lítil og eingin upphiting, men bara beint út í 2 x 1,5 tíma av intensari notuskriving, tá ið hesin seksfaldi OL-venjarin prátaði um fyrst góðan venjingarmentalitet, og síðani um teknikk í ymisku greinunum. Stutt sagt, so vóru lyklaorðini ‘motivatión’, serliga innara motivatión, og ‘teknikk a la Bill Boomer’. Hetta við ‘innara motivatión’ vísti seg at blíva eitt gjøgnumgangandi tema fyri flestu fyrilestrar á ráðstevnuni, og hitt við Boomer merkir lukkutíð bara at vit eru á røttu leið í FLOT. Eg má fara at keypa DVD-røðina hjá Richard Quick, har hann og Milt Nelms greiða frá teoriunum hjá Boomer.
Leygarmorgunin løgdu tey aftur hart út, við at byrja við norska Stig Leganger Olsen, sum er høvuðsvenjari hjá stjørnuni Alexander Dale Oen. Stig var nokk hugsaður at verða høvuðsnavn nummar tvey í mun til Richard Quick, men vit føroyingar vóru tó minst líka spenntir at hoyra norðmannin, av tí at hann hjá Vestkantsvømmerne í Bergen hevur fingið ein bringusvimjara at vera millum teir allarbestu í heiminum.
Fyrilesturin hjá Stig var tíverri ikki so nógv um bringuteknikk sum eg vónaði, men heldur ein frágreiðing um Alexander, og um alt tað sum tey gjørdu runt um sjálva svimjingina. Men tað var so avgjørt eisini áhugavert at hoyra, hvussu kláran politikk tey høvdu í felagnum, um hvussu tey skuldu venja børnini upp gjøgnum svimjiliðini, og um at gera annan ítrótt. Tey hava trupulleikar við at fáa tíð í svimjihylinum, og venja tí faktiskt líka so nógv á landi sum í vatni. Og lat tað verða sagt, at tey vandu rættiliga hart á landi – eg havi video heim við til svimjararnar at síggja.
Alexander er forrestin á venjingarlegu umleið 100 dagar um árið, og venur eina øgiliga rúgvu. Hann var í Flagstaff í USA beint nú, tá ið Stig var í Brøndby, og Stig skuldi so fara yvir í hesi viku. Alexander hevur lagt alt annað á hyllina, fyri at satsa uppá svimjinga, og ger tí bara tað umframt at vera ‘hobby-automekaniker’. Tey duga altso heldur ikki gand í Noregi, men mugu venja hart og leingi fyri at røkka sínum máli.
Annars helt Stig, at sterkasti eginleiki hjá Alexander var hansara innara drívmegi. Motivatiónin. Um Alexander ikki dugir okkurt sum venjarin biður hann gera, so pressar hann seg til hann dugir, eisini hóast tað ikki hevur beinleiðis við svimjing at gera, og kanska er okkurt sum hann faktiskt ikki tímir. Hann er ikki talentfullur í øllum, men hevði vilja til at vilja venja.
Eftir Stig komu Jacob Iversen og Kenneth Jay at tosa um nakað nýtt tey kalla ‘ATK’ (Aldersrelateret Trænings Koncept), sum er ein verkætlan hjá Team Danmark til at fáa skrivað niður alt tað sum vit vita er gott hjá børnum at venja, í ymisku aldursbólkunum fram til elitustøði. Tey hava eftir øllum at døma givið út eina bók um hetta til ítrótt yvirhøvur, men Jacob og Kenneth og aðrir arbeiða so eftirfylgjandi við at gera eyka tilfar beinleiðis til svimjingina.
Jacob er fysioterapeut og tosaði tí um skaðafyribyrging, meðan Kenneth sum serfrøðingur í styrkivenjing prátaði um styrkivenjing. Teir arbeiða uppá eina bók sum skal koma út til jóla, men tíverri fyri skeiðið her er málsetningurin stutt sagt bara at kóka tilfarið niður til tað sum man veruliga hevur haldgóð prógv fyri. Har var tí snøgt sagt einki nýtt undir sólini, um man kennir eitt sindur til svimjivenjing. Bókin verður óivað eitt gott amboð til nýggjar og eldri venjarar at halda seg til, men sum skeið var hetta eitt sindur “ná ja, hatta veit eg jú longu”.
So var frokost, og aftaná var fyrilestur við fyrrverandi sportdirektørin hjá FCK, Niels Christian Holmstrøm, sum hevði eina fragd av eini framløgu. Hann tosaði um hvussu man skapar eitt vinnaralið, sjálvsagt ikki beinleiðis í svimjing, men allíkavæl avgjørt ein motiverandi fyrilestur. Eftir tað prátaði danski landsliðsvenjarin Mark Regan um venjingarætlanirnar hjá danska svimjilandsliðunum fram til Beijing 2008, umframt eitt vet um test og annað. Hann gevst forrestin eftir OL í Beijing, og har var tí eitt vet av sentimentaliteti bæði í hansara framløgu, og í eftirfylgjandi umrøðuni av framløguni.
At enda vóru tveir stuttir fyrilestrar hjá ársins venjarum í Danmark, Bo Jacobsen og Flemming Poulsen, har Bo legði upp til kjak um hvussu vítt eldri svimjarar eru til fyrimuns ella fortreð, og Flemming Poulsen egentliga bara hevði eina skideballu til aðrar venjarar, fyri at pressa seg og svimjararnar ov lítið, umframt at reypa um seg sjálvan. Fyrilestrarnir hjá Mark, Bo og Flemming vóru kanska sjálvsagt á einum sindur lægri støði enn hjá høvuðsrøðarunum (mest tí teir eftir øllum at døma ikki mettu tað sum veruligir fyrilestrar, men meira ‘eg eri biðin um at siga eitt sindur’), men tað riggaði tó fínt at teir komu aftaná hinar, við tað at teir í heilum fyrihildu seg til tað sum vit longu høvdu hoyrt.
Sunnumorgunin hoyrdu vit meira um ATK, hesuferð tá Martin Langagergaard tosaði um psykologiska partin, mental venjing osfr. At enda prátaði fyrrverandi svimjarin Mark Vogel um stress og fyribyrging av stress. Hetta vóru fínir fyrilestrar, men eg var persónliga kanska í so móður og stressaður til at kunna orka at fylgja veruliga við 🙂
Men sum heild, eitt veruliga frálíkt vikuskifti. Kanska í so nógvar og langar einarøður, tí tað virkaði av einhvørjari orsøk eitt sindur verri at koma á tal við donsku venjararnar í ár… sum um vit høvdu ov fáar pausur ella bara ikki vóru upphitaði til at tosa saman. Hetta var annars ein av málsetningunum hjá mær í ár, at koma á tal við aðrar venjarar, við tað at eg fyri fyrstu ferð búði á staðnum, og eingin av okkum sum sagt fekk farið nakran veg uttan veruliga at skula út at ferðast.
Men tvætl, eg fekk áhugaverd prát við til dømis norska Per Irgens, sum hevði skeið fyri okkum í Føroyum í vár/summar, við Stig Leganger Olsen, sum var opin fyri at ‘man’ kundi koma yvir at síggja tey venja í Bergen, við mín gamla vin Jesper Harder, og við fleiri aðrar. Umframt at vit føroysku venjarar høvdu eitt virkuliga stuttligt kvøld saman tá leygarkvøldið, undir ‘festdøgverðan’, og eftirfylgjandi á kamarinum hjá Søreni.
Tað sum liggur eftir nú, er ein rúgva av gullkornum frá serliga Richardi Quick (ongantíð havi eg skrivað so nógvar notur so skjótt), umframt eitt forstáðilsi fyri at vit mugu taka okkum eitt sindur meira saman á Toftum (og fyri so vítt í Føroyum). Eg má sum venjari arbeiða harðari fyri at fáa svimjarunum góðar venjingarumstøður eisini rundan um sjálva svimjingina, royna at motivera betur, og so mugu svimjararnir eisini taka seg eitt sindur meira saman, ella læra at taka seg eitt sindur meira saman, so at teir føla meira ábyrgd fyri sína egnu venjing. Hetta verður ikki gjørt eftir einum degi, men well, so einki annað at gera enn at byrja úr einum enda av.