ÍSF skipar fyri venjaraskeiði tann 19. og 20. september 2008

ÍSF skipar fyri skeiði fyri venjarum hjá børnum og ungum, í ÍSF húsinum fríggjakvøldið 19/9 frá kl. 18.00 til 21.00 og í ÍSF húsinum og partvíst í Badmintonhøllini leygardagin 20/9 frá kl. 9.00 til 17.00. Evnini verða ítróttarpædagogikkur, ítróttarumhvørvi, menning hjá børnum, venjing, trygd og ábyrgd, etikkur og moralur. Palli biður heilsa, at SSF hevur fingið tilskilað eina kvotu uppá 8 fólk, og at vit innan svimjing tískil skulu melda til gjøgnum Svimjisambandið. Sí annars viðfestu innbjóðing. Continue reading ÍSF skipar fyri venjaraskeiði tann 19. og 20. september 2008

Freistin at søkja frá NATA er í morgin

Sum tit kunnu lesa m.a. her á isf.fo, so ber til at “søkja stuðul í sambandi við fígging av verkætlanum, hugskotum, vørumenning, ferðum ella líknandi” frá NATA, um talan er um samstarv millum minst tvey av londunum Føroyar, Grønland og Ísland. Tað kann vera t.d. uppihald til starvsvenjing, fakligar kanningarferðir, skúlaferðir, ferðavinnuútbúgvingar og tílíkt. Umsóknarblaðið kann finnast her á samvit.fo, men freistin er altso longu í morgin, 29. august 2008. Continue reading Freistin at søkja frá NATA er í morgin

“Her er kaos”

Umleið soleiðis byrjaði EJM stevnan, við at elektroniska talvan bara blinkaði býtt, og tey máttu brúka tjóvstartsbandið til at fiska ein av fyrstu riðlunum upp aftur, at byrja av nýggjum. Ikki tí at svimjararnir høvdu gjørt nakað galið, men tí at riðilin av onkrari orsøk varð startaður uttan at tíðtakingarskipanin var klár (ella okkurt sovorðið).

Continue reading “Her er kaos”