Nýtt heimsmet í 200 blandað hjá kvinnum

Avstralska Stephanie Rice hevur í dag sett nýtt heimsmet í 200 blandað á langbana, við tíðini 2:08.92 har tað 11 ára gamla (og doping mistonkta) metið hjá kinesisku Wu Yanyan var 2:09.72. Altso ein betring uppá heilar 8 tíggjundapartar. Lesið her á SwimInfo.

Continue reading Nýtt heimsmet í 200 blandað hjá kvinnum

2 evropeisk met afturat

Kekkiski Laszlo Cseh betraði um sítt evropeiska met í 400 blandað við 4 hundraðpørtum, tá ið hann á evsta degi av evropeisku meistarastevnuni svam teinin í tíðini 4:09.59. Og bretsku kvinnurnar (!) settu evropeiskt met í 4 x 100 blandað við tíðini 3:59.33, har Týskland áðrenn átti metið á 4:01.54. Tær sum svumu vóru Elizabeth Simmonds (1:01.20), Kate Haywood (1:07.11), Jemma Lowe (58.00) og and Francesca Halsall (53.02). Lesið her og her á SwimNews.

2 heimsmet afturat á EM

Hálendska Marleen Veldhuis hevur sett heimsmet í 50 frí við tíðini 24.09, har Inge de Bruijn átti gamla metið á 24.13, og italska Federica Pellegrini setti løtu seinni heimsmet í 400 frí við tíðini 4:01.53, har gamla metið hjá Laure Manaodou var 4:02.13. Lesið her og her á SwimInfo.

Her er kappingin í 50 frí

Og teir 400 frí

Continue reading 2 heimsmet afturat á EM

Grugg um nýggju LZR Racer draktirnar

Sjálvur Jacco Verhaeren er nú í millum tey sum biðja FINA kanna nýggju Speedo LZR Racer svimjidraktirnar betur, til at tryggja fair play. Sum hann sigur, so ger svimjiheimurin rætt í at kanna fyri doping, men ger hinvegin ov lítið til at kanna klæði sum týðiligvís hava eina ávirkan á ferðina hjá svimjarum. Verhaeren er venjari hjá Pieter van der Hoogenband, sum átti metið í 100 frí nú áðrenn Bernard tók tað, men hinvegin eisini venjari hjá kvinnum í hálendsku stafettini, sum nú settu heimsmet í 4×100 frí. Øll 11 heimsmet í ár eru sett í hesari nýggju draktini. Continue reading Grugg um nýggju LZR Racer draktirnar

Alain Bernard sett heimsmet í 50 frí

Franski Alain Bernard er nú uttan síðustykki skjótasti svimjari á langbana nakrantíð, eftir á evropameistarastevnuni fyrst at hava sett heimsmet í 100 frí tvær ferðir, og síðani at taka metið eisini á hálva teininum. Nýggja heimsmetið er 21.50 sekund, og ‘gamli’ heimsmethavarin var sum kunnugt Eamon Sullivan ið tók tað frá Alexander Popov tann 18/2. Lesið her á SwimInfo.

Continue reading Alain Bernard sett heimsmet í 50 frí

Avstralskt heimsmet í 50 rygg hjá kvinnum

Sophie Edington setti í dag nýtt heimsmet í 50 rygg hjá kvinnum, tá ið hon á avstralsku úttøkustevnuni til olympisku leikir svam teinin á 27.67 sekund. Emily Seebohm setti sum kunnugt heimsmet í greinini í gjár við 27.95, men nú er hon so betrað við trimum tíggjundapørtum afturat. Lesið her á SwimInfo.

2 heimsmet í Avstraliu í dag

Avstralska úttøkan til Olympisku Leikir byrjaði við einum braki í morgun, tá ið fyrst Stephanie Rice tók langbana heimsmetið í 400 blandað frá amerikansku Katie Hoff (4:31.46, gamla metið var 4:32.89), og unga Emily Seebohm síðani gjørdist fyrsta kvinna undir 28 sekund í 50 rygg (27.95, amerikanska Hayley McGregory átti ‘gamla’ metið á 28.00).

Her er metið hjá Seebohm og samrøða við gentuna aftaná

og her er metið hjá Rice

Continue reading 2 heimsmet í Avstraliu í dag

Evropeiskt met til Drymonakis

Grikkin Ioannis Drymonakos leyp frá alheims 23. bestu tíð til næstbestu, tá ið hann í gjár setti evropeiskt met í 200 firvald á langbana. Bara Michael Phelps er betri. Nýggja metið hjá Drymonakos er 1:54.16, har franski Franck Esposito átti gamla metið á 1:54.62, og besta tíðin hjá Drymonakos sjálvum var 1:56.47 áðrenn EM. Lesið her á SwimNews.