Komin til høllina

Soleiðis, nú eri eg í pressurúminum hjá LEN, og havi harvið endiliga funnið brúkiligt internet. Tað vil siga, eg havi ikki fingið tráðleysa sambandið at rigga enn, men LAN riggar so fínt. Svimjararnir eru farnir at svimja túrin av sær, og aftaná tað skulu vit so út at finna onkur skiftiklæðir til teirra, og serliga Jón.

Komin til Zagreb uttan kuffert

Rókur ringdi kl 21 fø. tíð og segði, at tey vóru umsíðir komin til Zagreb, har tað er kalt (frystir). Ein ‘guide’ bíðaði tolin eftir teimum, tá tey komu. Hesuferð hava øll hini uttan Rókur (og Petur Heðin) mist viðførið. Ella tað vil siga, at kuffertini standa enn í Frankfurt og koma eftir ætlan í morgin. Tó hava okkara fólk lært av fadesuna í Beograd, tí tey hava fingið sær trygging mótir mist/gloymt viðføri. Lagið av annars gott í Kroatia, skilti eg á lagnum. Í morgin fara tey í býin at keypa neyðsynjarvørur.

Komin til Frankfurt

Flogfarið til Zagreb er fyribils seinkað í 50 minuttir, og tað verður tí fyrst kl 18:10 týska tíð at vit flúgva víðari. Annars eru øll við gott mót – har vóru onkrar droyar konur í flúgvaranum sum ikki vildu lovað okkum at spæla Yatzi, men annars er alt heilt hampuliga ókey. Eg havi fyribils sent onkrar videoir upp á svimjing.blip.tv, av tí at her eru ávísir trupulleikar við at senda til Kyte frá fartelefonini (les: aalt for drúgv mannagongd til at keypa internet her í Frankfurt).

08122008013
Continue reading Komin til Frankfurt

Brúk fyri at koma í samband við EM-landsliðið?

Offisiella kontakt-telefonnummarið er 597559, hjá okkum sum eru til EM í Kroatia. Og tað er so undirritaði Rókur sum svarar, við tað at eg sum kunnugt eri ferðaleiðari á túrinum. Umhugsið tó vinarliga, um tit kunnu noyðast við at senda eitt SMS fyrst, við tað at tað kostar nógv at brúka føroyska telefon í Kroatia.

3 heimsmet sett í vikuskiftinum

Franska stutthyljameistarakappingin hevur verið í vikuskiftinum, og har svumu tey bara avbera skjótt. Fyrst svam Coralie Balmy leygardagin 200 frí í tíðini 1:53.18, har metið hjá avstralsku Libby Lenton frá 2005 var 1:53.29. So svam Amaury Leveaux 50 firvald í tíðini 22.29, har metið hjá Matt Jaukovic frá World Cup í Sydney í heyst var 22.50. Og so svam Alain Bernard 100 frí í tíðini 45.69 (50 metra splitt 21.71), har metið hjá Stefan Nystrand frá World Cup í Berlin í 2007 var 45.83. Skjótir franskmenn, sum sikkurt allir vera í Rijeka nú um nakrar dagar.

Tíðindaskriv frá SSF ísv NJM

Soljóðandi skriv er fingið frá Svimjisambandi Føroya. Orsaka at eg ikki havi skrivað so nógv sjálvur, enn, men her er nokk so hektiskt, upp undir fráferð til EM í Kroatia…

Svimjarar til Norðurlenska Junior Meistarakapping

Leygardagin og sunnudagin var NJM í Södertälje i Svøríki. Svimisambandið sendið hesuferð 2 svimjarar, Hildur á Fløttu úr Fuglafjarðar Svimjifelag og Helena Strøm Sævarsdóttir úr Suðuroyar Svimjifelag. Landsliðsvenjari var Petur Heðin á Fløtti, og leiðari Maud Poulsen úr Svimjisambandinum.

Í stuttari viðmerking sigur Petur Heðin á Fløtti at NJM sum altíð er ein stór avbjóðing fyri okkara svimjarar, serstakliga tí at kappingarstøðið er so høgt. Tær báðar Helena og Hildur hava nú roynt seg í altjóða kapping, og hetta fær eina góða ávirkan. Nakrar persónligar tíðir vórðu betraðar, men føroysku svimjararnar vóru ikki á sigurspallinum

Svimjisambandið fer í januar 2009 at leggja kravtíðir til NJM í 2009 og 2010, og í hesum sambandi fer at verða úttikið eitt NJM-bruttolið av fyrsta- og annað-ársjuniorum.

Liðið til NJM kemur aftur til Føroyar sunnukvøldið 7. Desember.

—-

Heilsan
Jon Hestoy
Svimjisamband Føroya