Umleið soleiðis byrjaði EJM stevnan, við at elektroniska talvan bara blinkaði býtt, og tey máttu brúka tjóvstartsbandið til at fiska ein av fyrstu riðlunum upp aftur, at byrja av nýggjum. Ikki tí at svimjararnir høvdu gjørt nakað galið, men tí at riðilin av onkrari orsøk varð startaður uttan at tíðtakingarskipanin var klár (ella okkurt sovorðið).