Krisa í USA: Jessica Hardy tikin fyri doping

Amerikanarar eru á gosi, nú bæði A og B dopingroyndirnar hjá Jessica Hardy frá U.S. Trials vísa seg at vera positivar. Hon hevur nevniliga kvalifiserað seg til OL í Beijing í 100 bringu og 50 frí, men er nú sambært SwimInfo ikki longur í leguni hjá OL hópinum. Tað er ikki kunngjørt enn akkurát hvat hon hevur hevur dopað seg við, men viðmerkingarnar á SwimInfo nevna Clenbuterol, sum kann nýtast til at fáa steroid-pumpaðar vøddar at virka betri, umframt sambært slatrinum at vera populert slankievni hjá t.d. Britney Spears.

Og føroyingar, gevið gætur at altjóða matvøruvinnan kann finna uppá at brúka Clenbuterol til at pumpa djór upp við, og at hetta evnið fyrr hevur gjørt fólk sjúk sum ótu djórini. Úr viðmerkingunum “In 2006, 330 people fell ill in Shanghai after eating pork tainted with clenbuterol.”. Av hesi orsøk hevur t.d. amerikanska landsliðið sambært The New York Times avgjørt at taka kjøt við sjálvi til Beijing, tí tey eru bangin fyri at amerikanarar annars risikera at testa positiv í doping-royndunum, av tí at tey hava etið kinesiskt kjøt. Continue reading Krisa í USA: Jessica Hardy tikin fyri doping

Fyribils startlisti til EJM 2008

Ein fyribils startlisti er nú at síggja her á swimrankings.net, sum tó ikki er fullfíggjaður enn. Hann umfatar nevniliga bara tey sum hava meldað til við skipanini á swimrankings.net, og tað hava til dømis føroyingarnir ikki gjørt. Tí eru Pál og Kári ikki á listanum, og sikkurt onnur við. Men hann gevur eina hóming av kappingini sum Pál og Kári eru uppi ímóti.

Her eru bestu tilmeldingar í teimum greinum sum Pál og Kári luttaka í. Eg listi líka bestu tíðir upp hjá Pál og Kára, so at vit betur síggja hvussu okkara støði er í mun til teirra; men gevið gætur at tíðirnar hjá Kára eru rættiliga gamlar eftirhondini (frá EJM í Antwerpen, síðsta summar), og at Kári hevur betrað seg nógv á stuttum hyli síðani tá. Allar føroysku tilmeldingartíðirnar eru føroysk met:

50 rygg – Kári J. á Høvdanum (FAR) 28.46

  1. Adam Maczewski (POL) 26.08
  2. Artem Dubovskoy (RUS) 26.17
  3. Stefanu Mauro Pizzamiglio (ITA) 26.33

Continue reading Fyribils startlisti til EJM 2008

Føroyska luttøkan á EJM 2008

Sum kunnugt fara teir báðir Pál Joensen og Kári J. á Høvdanum at luttaka fyri Føroyar á evropeisku juniormeistarastevnuni í Beograd. Kári í ryggsvimjing, og Pál á longru fríteinunum. Offisiella skráin sæst her á www.belgrade2008.org, og tíðarætlanin her, umframt at eg her niðanfyri listi upp tær kappingar sum eru viðkomandi fyri Pál og Kára.

Klokkutíðirnar her eru ‘føroysk tíð’, ið er ein tíma aftanfyri serbisku (tvs. innleiðandi eru kl 9:00-12:00 serbiska tíð, og finalurnar kl 17:30-20:00). “innl.” er stytting av “innleiðandi”, altso kvalifikatiónsriðlarnir til at koma í finalu.

Mikudag 30. juli Hósdag 31. juli Fríggjadag 1. august Leygardag 2. august
Kl 08:00-11:00
400 frí innl.: Pál
100 rygg innl.: Kári
Kl 08:00-11:00
1500 frí veikaru riðlar
.
Kl 08:00-11:00
200 rygg innl.: Kári
.
Kl 08:00-11:00
50 rygg innl.: Kári
800 frí veikaru riðlar
Kl 16:00-18:30
400 frí finala
100 rygg hálvfinala
.
.
Kl 16:00-18:30
100 rygg finala
1500 frí bestu riðlar: Pál
.
.
Kl 16:00-18:30
200 rygg hálvfinala
.
.
.
Kl 16:00-18:30
50 rygg hálvfinala
200 rygg finala
800 frí bestu riðlar: Pál
50 rygg finala

Miðlahúsið sendir fólk til Beograd, so fylgið við á Rás2, Portalinum og í Sosialinum.
Continue reading Føroyska luttøkan á EJM 2008

SwimNews, ARD og onnur avdúka kinesiska doping

Týska sjónvarpsrásin ARD vísti í gjár ein dokumentar um doping í Kina, her beint undan OL í Beijing, har tey avdúkaðu at tað er lætt at sleppa til bæði anabolska og ílegudoping í Kina, at kinesiska svimjilandsliðið brúkar venjarar sum fyrr hava fingið dopingdóm, og at fyrrverandi kinesiskir landsliðssvimjarar vórðu systematiskt dopaðir til OL í 1988 og 1992. Continue reading SwimNews, ARD og onnur avdúka kinesiska doping

Nýtt heimsmet í 800 frí hjá monnum

Grant Hackett er av álvara við aftur, nú hann á Victorian Championships í Victoria í gjár betraði um sítt sjey ára gamla heimsmet í 800 frí á stuttbana, frá 7:25.28 til 7:23.42. Harvið er væl kjansur fyri at hann fer at klára so gott á olympisku leikum í Beijing í næsta mánaða. Lesið her á SwimInfo. Continue reading Nýtt heimsmet í 800 frí hjá monnum

Her er EJM svimjihylurin “Tašmajdan”

Ikki eiti á svimjihyli sum Pál og Kári sleppa at royna í Beograd: Éin 20 metra breiður 50 metra uttandura hylur við pláss fyri 2500 áskoðarum, og ein annar líka stórur innandura við pláss fyri 2000 áskoðarum. Útsiktin er kanska ikki líka so flott sum tann á Rhodos, men hinvegin so hevur hesin hylur støði til at kunna hava hýst fyrsta HM í svimjing, tá einaferð í 1973. Sí heimasíðuna hjá ítróttardeplinum “Tašmajdan”.


Vís størri kort Continue reading Her er EJM svimjihylurin “Tašmajdan”

Pál skjótari á DM enn vinnarin á HM fyri juniorar

Touché sportalurin og Jákup Mørk – eg yvirsá at “World Youth Championships” í Monterrey í Mexico eisini var fyri junior aldursbólkin hjá Pál. Tað vísir seg at vinnarin har í 800 frí hjá juniorum gjørdist Herman Heeren við tíðini 8:01.77, sum er næstan trý sekund spakuligari enn teir 7:58.97 hjá Pál í Gladsaxe herfyri. Continue reading Pál skjótari á DM enn vinnarin á HM fyri juniorar

Amerikanskar svimjistjørnur royna LZR Racer

Speedo lokkaði eina rúgvu av amerikanskum svimjilegendum sum John Naber, David Berkoff, Misty Hyman og Mary T. Meagher at royna nýggju superdraktina frá Speedo, taka eina felags mynd og síðani royna tær í vatni eisini. Very funny, við viðmerkingum sum “Where is my mask? We need a mask… Put me in the WWF!” (tað er World Wrestling Federation), og “I have two kids, and I’m not having any more!” (vísandi til hvussu tættsitandi draktin er). Continue reading Amerikanskar svimjistjørnur royna LZR Racer

Amerikanskur bringusvimjari fer at luttaka á OL hóast krabbamein

Eric Shanteau fekk at vita beint áðrenn úttøkukappingina hjá USA herfyri, at hann hevur krabbamein í eistrunum, og skal opererast áðrenn alt ov leingi. Tey lovaðu honum tó at luttaka í úttøkukappingini, tí at kjansurin var so lítil fyri at hann fór at verða úttikin. Men nú er hann so við á liðinum, og mest sannlíkt verður operatiónin tí útsett til eftir OL í Beijing í august. Lesið her á SwimNews. Continue reading Amerikanskur bringusvimjari fer at luttaka á OL hóast krabbamein

Elspa nú offisielt á danska landsliðnum

Dimmalætting skrivar nú í fríggjadagsdimmuni, at Elspa í gjár fekk bræv frá danska svimjisambandinum, um at hon nú er tikin út til danska svimjilandsliðið. Tað sæst eisini her á heimasíðuni hjá danska svimjisambandinum, www.svoem.dk, at hon nú er partur av danska seniorbruttohópinum fyri 2008/2009. Ætlanin hjá hópinum sæst her, og umfatar m.a. venjingarlegu í suðurevropa í august, world cup stevnur í Stockholm og Berlin, EM á stuttbana í Kroatia í desember, venjingarlegu í Florida í januar, o.m.a. Continue reading Elspa nú offisielt á danska landsliðnum