“The Halo”, enn onkur dimsur úr USA

Ja eg veit tað væl – amerikanarar og teirra kommersialisma. Men hetta sær ikki heilt skítibýtt út, til at læra høgan alboga og ‘power stroke’. Og man kann jú bara skera okkurt sovorðið burtur úr einum papp-petti, til at vita um tað virkar.

Her trena tey høgan alboga …


Continue reading “The Halo”, enn onkur dimsur úr USA

Innbjóðing til Ægir-stevnu 14. – 15. februar 2009

Ægir bjóðar nú til svimjistevnu í Klaksvík, vikuskiftið 14. – 15. februar 2009, fyri bólk 1, 2, 3, junior og senior. Bólkar 1, 2 og 3 koma at svimja saman, og junior/senior í atskyldum riðlum. Tey avmarka 400 til éin riðil pr bólk, og 800 til éin riðil í alt. Sí annars viðfestu innbjóðing, og gev gætur at tilmeldingarnar skulu vera inni í seinasta lagi mikudagin 11. februar.

SwimmingWorld Magazine bakkar upp um at fáa avmarkingar fyri ‘superdraktum’

Í grein her á swimmingworldmagazine.com, siga tey at tað ikki ber til at venda aftur til tíðina uttan draktir, men at tey hinvegin ynskja somu avmarkingar sum amerikanska svimjisambandið USA Swimming viðmælir. Nevniliga, at draktirnar ikki mugu dekka longur enn upp til økslina og niður á knæ, at bara ein drakt má brúkast í senn, og at draktirnar skulu hava verið tøkar í minst 12 mánaðir áðrenn nýtslu á Olympisku Leikum.

Úrslit frá Skeggjarstevnuni

Viðfest eru úrslitalisti og kappingarfíla frá Skeggjarstevnuni farna vikuskifti. Úrslitið varð at SuSvim ‘vann’ stevnuna við 9 gullheiðursmerkjum, 3 silvur og 4 bronsu, meðan Ægir varð nummar tvey við 7 gull, 7 silvur og 6 bronsu, og FLOT varð nummar trý við 2 gull, 2 silvur og 2 bronsu. Medaljuslúkarnir vóru serliga Ásbjørg Hjelm úr Ægir, sum vann 4 gull og 1 bronsu, og Húni Vestergaard úr SuSvim, sum vann 4 gullheiðursmerki.
Continue reading Úrslit frá Skeggjarstevnuni

Úrtslitalisti.

Eg sakni eitt yvirlit yvir úrtslit frá svimjikappingunum í Føroyum.

T.d. var ein svimjikapping í Gøtu í vikuskiftinum, men finst onki úrtslit frá kappingini á nakrari føroyskari heimasíðu.

Eg veit, at kannska serliga teir smáu svimjararnir eru ídnir eftir at finna egnar svimjitíðir, og at kunna samanbera við svimjitíðirnar hjá hinum svimjarunum.

Hetta er møguliga ein uppgáva hjá Svimjisambandinum.

It’s official: Phelps roykti marihuana

Michael Phelps viðgongur tað sjálvur sambært SwimmingWorld Magazine og eina rúgvu av øðrum fjølmiðlum, og USA Swimming og US Olympic Committee eru tí sjálvsagt ógvuliga skuffaði. Onkur avstralskur miðil hoverar undir yvirskriftini “Going off with a bong: gold medallist’s life is up in smoke”, og við setningum sum “He looked just as natural with a bong in his hands as he does swimming in the pool”.
Continue reading It’s official: Phelps roykti marihuana

Estiskur professari hjálpir føroyskum svimjarum

Tíðindaskriv frá SSF:

Svimjisamband Føroya er byrjað eitt samstarv við estiska professarin, Rein Haljand. Rein er professari í meniskjaligum kinetikki, t.e. rørsla. Í nógv ár hevur Rein Haljand kanna og rætta svimjirørslur hjá nógvum heimsstjørnum innan svimjing.


Continue reading Estiskur professari hjálpir føroyskum svimjarum