Armtakið í bringusvimjing skal vera éin óbrotin rørsla

Danska Svimjisambandið vísir her á tulking av reglu 7.1 hjá FINA um armtakið í bringusvimjing, sum eftir øllum at døma er komin í gildi hin 27. september 2010: “Et armtag skal foregå som en forsat og uafbrudt bevægelse. Det vil sige at bevægelsen ikke må afbrydes af pause(r) fra det øjeblikke armtaget er påbegyndt og indtil det er tilendebragt.”

Nú fara tey vist nokk allíkavæl øll til Delhi

SwimNews.com skrivaði í gjár at Stephan Widmer landsliðsvenjari hjá Avstralia hevði latið tað verða upp til einstaka svimjara at avgera, um teir vildu við til Delhi. Heimsmeistarin í bringusvimjing Christian Sprenger ivaðist sjálvur, men vónaði at tey flestu fóru við flúgvaranum í dag, um ikki annað til at kunna standa saman. Men tað er enn eitt rættiliga kaotiskt, har avstralsku myndugleikarnir so seint sum í morgun senda út nýggja ávaring um terror kann henda í Delhi nær tað skal vera, meðan indisku myndugleikararnir senda inn apur til at ræða apur burtur, sum er ein reellur trupulleiki við tað at sjálvur borgmeistarin í Delhi í 2007 varð dripin av apum, og við tað at onkur hevur funnið slangu á hotellinum hjá íðkarunum.

HM 2013 verður í Barcelona

Altjóða svimjisambandið FINA hevur á fundin í Uruguay avgjørt at lata Barcelona í Spania fáa heimsmeistarastevnuna 2013. Forsetin Julio Maglione sigur at Barcelona er valt tí at tey hava neyðuga infrastrukturin, og stuðul frá landsmyndugleikum og lokalum myndugleikum. Barcelona hevði eisini HM í svimjing í 2003. Lesið her á USA Today.

FINA kúvendir í spurninginum um demokrati

Sjálvur forsetin Julio Maglione gekk á odda, tá ið ovasta nevndin hjá altjóða svimjisambandinum FINA á fundi í Uruguay her um vikuskiftið valdi at kúvenda í spurninginum, um hvør sum kann koma við uppskotum til lógarbroytingum hjá FINA. Tey høvdu sum kunnugt havt ætlanir um at bara ovasta nevndin sjálv skuldi kunnað koma við uppskotum til lógarbroyting á regluligi kongressini, men venda nú aftur til tað upprunaliga, at eisini tey einstøku svimjisambondini kunna koma við uppskotum.
Continue reading FINA kúvendir í spurninginum um demokrati

Heimsmeistari ynskir skamlar sum teir í Klaksvík

Ja ja, sig so tað – suðurafrikanski bringusvimjarin Cameron van der Burgh suffar her á Twitter, at hann roynir at skaffa éin Omega startskammil at venja á. Og frámerkir annars tweet-ið við orðunum “Africa” og “stoneage” 🙂

Trying to Organize a Omega track block for home #Africa #stoneageless than a minute ago via Twitter for BlackBerry®

Continue reading Heimsmeistari ynskir skamlar sum teir í Klaksvík

50 metur svimjihylur byggjast á Oyrunum í Vági

Tíðindaskriv 27. sept. 2010, frá verkætlanarbólkinum

Í eina tíð hevur verið arbeitt við arbeitt við ætlanum at byggja ein 50 m. svimjihyl á Oyrunum í Vági. Eftir
framúrskarandi úrslitini hjá Pál Joensen við EM í august í 2010, har hann vann silvur á 1.500 m. frí, er aftur
sett ferð á verkætlanina. Og nú er verkætlanin komin somikið áleiðis, at dagurin, har farið verður ígongd, av
álvara nærkast.


Continue reading 50 metur svimjihylur byggjast á Oyrunum í Vági

David Mullins setti heimsmet eisini uttan fitjur

Nýsælendski David Mullins megnaði í dag at seta heimsmet í at svimja so langt sum gjørligt undir vatni eisini uttan fitjur, tá ið hann í Porirua Aquatic Centre í Porirua svam 218 metrar, har heimsmetið hjá týska Tom Sietas var 213 metrar. Hann svam hetta á stuttgeil, til at fáa fyrimun av at kunna seta oftari av frá veggunum, í mun til at hann við monofitjuni leygardagin svam 265 metrar á langgeil. Les her á The Sydney Morning Herald.

Videoin er ikki tøk enn, men her er ein frá tá ið hann í 2008 tangeraði heimsmetið hjá Sietas:


Continue reading David Mullins setti heimsmet eisini uttan fitjur

Nýtt heimsmet í undirvatnssvimjing við fitjum

Nýsælendski David Mullins setti í gjár nýtt heimsmet í at svimja longst undir vatni við fitjum, tá ið hann í Naenae Olympic Pool svam 265 metrar uppá umleið 4 minuttir, har heimsmetið hjá franska Fred Sessa var 255 metrar. Nú ætlar hann sær í dag at taka heimsmetið at svimja longst uttan fitjur, sum er 213 metrar á stuttgeil. Og hann ætlar at seta heimsmet í at halda ondina við vanligari luft, tvs. uttan at fyrst anda reint oxygen, sum er 9:03 minuttir. Les stuff.co.nz

Sprintstjørnurnar flokkast í Marseille

Hálendska Femke Heemskerk fráboðaði herfyri, at hon skifti frá Amsterdam til Marseille at venja hjá Romain Barnier, saman við svimjarum sum Camille Lacourt og Fabian Gilot. Nakrar dagar seinni fráboðaði eisini hálendska Inge Dekker , at hon fór at skifta frá Eindhoven til Marseille, tó sum Heemskerk enn so at hon luttekur fyri sítt upprunafelag í kapping. Og her í videoini niðanfyri, greiðir suðurafrikanski Roland Schoeman frá, hvussu hann í Marseille hevur endurfunnið svimjigleðina.

Foster lagt fyrsta flisan í OL hylin 2012

Mark Foster slapp at leggja fyrsta av teimum tilsamans 180.000 flisunum í olympiska hylin í London, sum verður nú til OL har í 2012. Tey vænta at hetta nýggja Aquatics Centre verður klárt longu næsta summar, at testa á svimjistevnum har fram ímóti olympisku leikir. Foster er sum kunnugt fyrrverandi svimjari sum í tíðarskeiðnum 1993 til 2005 vann millum annað 6 HM-gull í 50 frí og firvald á stuttgeil, 11 EM-gull í somu greinum, umframt at seta heimsmet í greinunum rættiliga ofta. Les bedfordtoday.co.uk

DSC00273