Foster lagt fyrsta flisan í OL hylin 2012

Mark Foster slapp at leggja fyrsta av teimum tilsamans 180.000 flisunum í olympiska hylin í London, sum verður nú til OL har í 2012. Tey vænta at hetta nýggja Aquatics Centre verður klárt longu næsta summar, at testa á svimjistevnum har fram ímóti olympisku leikir. Foster er sum kunnugt fyrrverandi svimjari sum í tíðarskeiðnum 1993 til 2005 vann millum annað 6 HM-gull í 50 frí og firvald á stuttgeil, 11 EM-gull í somu greinum, umframt at seta heimsmet í greinunum rættiliga ofta. Les bedfordtoday.co.uk

DSC00273

Lotte Friis umhugsar at gevast eftir OL í 2012

“Så er jeg 24 år, og det er jo ikke nogen alder, men når man har dyrket elitesport i 30 timer om ugen i næsten 10 år, så kunne man måske godt tænke sig at prøve noget andet.” Ein tann størsti trupulleikin er at øllum at døma at forsvara tað fíggjarliga: “Der er ikke den store økonomi i svømning, det skal da ikke være nogen hemmelighed. Så det er meget lysten, der driver det. Og hvis den ikke er der, så er 30 timer meget at træne om ugen.” Les tv2.dk

Kaos her beint áðrenn Commonwealth

SwimNews.com skrivar nú at nakrar av størstu tjóðum sum skulu luttaka á Commonwealth Games 3. – 14. oktober nú umhugsa at flyta kappingina til onkra aðrastaðni í Miðeystri ella Asia, ífall at umstøðurnar í Delhi ikki verða klárar. Bretar hava ávarað um at teir slettis ikki fara til Delhi, um ikki umstøðurnar verða betri, sum er nokk so akutt við at tey eftir ætlan skulu fara til Delhi í morgin. Og Avstralia hevur eisini givið sínum svimjarum boð um at teir frítt kunnu fara heim aftur, um teir ikki føla seg trygg í Delhi. Trupulleikarnir vóru sum kunnugt fyrst ‘bara’ vánalig fyrireiking, men nú hava tey eisini trupulleikar av monsun-veðrinum.

Teir 6 frá Ventura kláraðu at svimja allan teinin

6 amerikanskir masters-svimjarar settu sum kunnugt heimsmet í stafett á sjónum, tá ið teir nú leygardagin høvdu svomið hálvan teinin av teimum 202 miles (325 kilometrar) sum teir høvdu sett sær fyri at svimja. Og teir komu á mál eisini, eftir at hava svomið 17 ferðir 1 tíma í part, frá hósdegnum til einaferð mánamorgunin. Sí presidiosports.com

Lær at rulla í crawl við Cielo og Bousquet

Ein video her av swimmingworld.tv, har Richard Quick sáli og Brett Hawke høvuðsvenjari hjá Auburn greiða frá, hvussu man skal rulla við kroppinum í crawl. Í hylinum hava teir tveir góðar svimjarar hjá Hawke, brasilski heimsmeistarin César Cielo Filho, og franski evropameistarin Frédérick Bousquet.

26 svimjarar til Íslands í heystferiuni

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Svimjisamband Føroya ætlar í heystferiuni 8. til 15. oktober at senda 26 svimjarar til Íslands, at kappast og venja á stuttgeil og langgeil. 16 av hesum vórðu tikin út á úttøkustevnuni í vikuskiftinum, at umboða Føroyar í landsdysti ímóti Íslandi tann 9. oktober, og hini 10 eru síðani vald út til eisini at luttaka á eftirfylgjandi venjingarleguni, sum fyrireiking til altjóða avbjóðingar.

DSC00826

[Landdystarliðið 2010]
Continue reading 26 svimjarar til Íslands í heystferiuni

Mínar notur frá Aqua Clinic 2010 (1)

Onkur hevur spurgt um ikki okkurt fór at frá at koma frá okkum sum vóru á donsku venjararáðstevnuni Aqua Clinic herfyri, og eg havi tí sett niður við notunum. Gev gætur, at hetta ikki er serliga fullfíggjað, men bara tað sum eg helt vera áhugavert at skriva niður, tá ið eg tímdi at skriva niður. Kanska avdúking av tí sum eg veit for lítið um, og tí haldi vera áhugavert. Við øllum teimum sveiggjum sum nú einaferð eru, á eini so drúgvari ráðstevnu, íroknað fullkomiliga væntandi notur sunnumorgunin 🙂
Continue reading Mínar notur frá Aqua Clinic 2010 (1)

Úrslit frá HS stevnuni 18. – 19. september 2010

Viðfestur er úrslitalistin frá úttøkustevnuni í Havn her um vikuskiftið, umframt RE- og lef-fílur til hagtalsbrúk. Tvey juniormet vórðu sett á stevnuni, tá ið fyrsti Turið S. Christiansen setti juniormet í 400 blandað við tíðini 5:11.41, og síðani Magnus Jákupsson juniormet hjá monnum í somu grein við tíðini 4:42.49, leygardagin. 8 menn og 8 kvinnur vórðu úttikin til at umboða Føroyar á landsdysti ímóti Íslandi í Íslandi hin 9. oktober, og svimjararnir vístu yvirhøvur høgt støði.

DSC00804