Bretar møttust fyri fyrstu ferð jólamorgun 1864 til 100 yard svimjikapping í einum vatni í Hyde Park í London, síðani 1904 til at kappast um Peter Pan steypið, sum sjálvur James Barrie rithøvundur av bókini Peter Pan kom við. Men fyri fyrstu ferð síðani 1981 mátti kappingin avlýsast í ár, tí at vatnið var fryst. Onkur fór tó útí og svam eitt lítið sindur, í tí sum tey rokna við kann gerast kaldasti desember mánaði í 100 ár. Kelda: AFP
Gleðilig jól
Jólamaðurin er allastaðni
Í Japan finst hann sjálvt í akvariumunum
Kamelar duga illa at venda
Undirritaði hevði billett til galladøgverðan hjá FINA, leygarkvøldið á The Dubai Polo and Equestrian Club, og slapp har at síggja ein kamel-polo-dyst. Frásøgumaðurin greiddi undan dystinum frá, at kamelar duga so illa at venda, at spælararnir muga hugsa í álopsketum, har næsti kamelur var backup um fyrri kiksaði. Og rætt var 🙂
Væl heim aftur komin
Ja, so eru vit komin heim aftur í øllum góðum, og kuffertini vist nokk á veg eisini. Tað var ein harður umgangur, frá tí at Pál svam 1500 til vit umleið eitt døgn seinni vóru heima aftur á klettunum.
Ymisk hagtøl úr HM í Dubai
Ryan Lochte og USA fingu flest heiðursmerki í HM í Dubai. Haraftrat setti Lochte fleiri heimsmet, sum tann fyrsti einstaklingur í ár. Men samlað sæð vann Evropa flest heiðursmerki í mun til Pan Pacs londini og restin. Therese Alshammer var elsti vinnari meðan 14 ára gamla Shiwen Ye úr Kina var við tveimum silvurmedaljum ynskti heiðursmerkjavinnari.
Heiðursmerkjabýtið millum lond:
Heiðursmerkjabýtið millum svimjarar:
Dimma: Gyurta vann 1500 frí
Ofta verða tíðindi skrivað í so skjótt. Tað má eg sjálvur ásanna. Dimma.fo skrivar:
“…Endaliga úrslitið gjørdist at Gerqely Gyurta frá Ungarn vann, meðan danin Mads Glæsner gjørdist nummar 2. Á 3. plássi endaði italiumaðurin Sebastian Rouault.”
Men aðrir miðlar duga eisini at finna uppá. Dr.dk via Ritzau skrivar:
“Rikke Møller taber VM-bronze med 1/100… …Den fynske svømmer tabte med en hundreddel af et sekund i tiden 1.04:80 til franskmanden Camille Lacourt [♂], mens amerikaneren Rebecca Soni vandt i tiden 1.03:98…”
Pál legði hart út í Dubai
Splitt-tíðirnar hjá Páli vísa, at Pál legði harðari út í Dubai enn í Berlin, men misti so rættiliga nógv aftaná teir fyrstu 400 m. Glæsner svam óhugnaligani skjótt teir fyrstu 50 m (25.68) – næstan eitt sekund skjótari enn Mellouli (26.55). Pál hevði næstskjótasta splitt-tíð aftaná 50 m og næstskjótasta splitt-tíð frá 50-100m (28.20) – 1/100 sekund spakuligari enn Mellouli. Fram til 250m høvdu bara Glæsner og Rouault skjótari splitt-tíðir enn Pál í finaluni, men síðani byrjaðu Colbertaldo, Gyurta og Pizzetti at svimja skjótari enn Pál. Við 750 m fór Kanieski eisini frammum Pál. Pál bleiv nr 7 í finaluni og nr 13 samanlagd við tíðini 14:54.94.
Splitt-tíðirnar í 1500 finaluni
Continue reading Pál legði hart út í Dubai
Glæsner: Det har aldrig gjort så ondt!
Upptakt til 1500 frí finaluna á HM í Dubai
Sum útgangspunkt er tað væl altíð at fegnast um, at Pál yvirhøvur er í finaluni. Vit síggja jú hvussu londini stríddist um at fáa fólk í finaluna, summi tí at onnur vóru har av órøttum, og onnur til at halda sín innanfyri allíkavæl. Finalupláss er ikki krav til at kunna vinna heiðursmerki, men tó ein týðandi fyrimunur.