Upptakt til 1500 frí finaluna á HM í Dubai

Sum útgangspunkt er tað væl altíð at fegnast um, at Pál yvirhøvur er í finaluni. Vit síggja jú hvussu londini stríddist um at fáa fólk í finaluna, summi tí at onnur vóru har av órøttum, og onnur til at halda sín innanfyri allíkavæl. Finalupláss er ikki krav til at kunna vinna heiðursmerki, men tó ein týðandi fyrimunur.



Mellouli svam 14:24.16 í innleiðandi, sum væl kann verða gullvinnaratíðin. Hetta var skjótari enn kontroversiella tilmeldingartíðin hjá honum á 14:24.71 frá lokalari kapping í Tunesia jóladag í fjør, men tó ikki so skjótt at hann veruliga hevur prógvað ta tíðina. Man kundi væl væntað meira av honum nú fult niðurtrappaðum á HM, enn tað hann svam á jólaferiu.

Peter Vaanderkay varð næstskjótastur í innleiðandi riðlunum, við 14:35.25. Hann royndi at koyra hart niður ímóti tíðini hjá Mellouli, men møddist ímóti endanum, soleiðis at hann nú mest sannlíkt er uttanfyri heiðursmerkjaplássini. Tað skal tó sigast, at tíðin hjá Vanderkaay var næstskjótasta tíð í heiminum í ár.

Svimjararnir í kvøld eru:

  • Geil 8: Lucas Kanieski úr Brasilia (1990), javngamalur við Pál, men ikki ein av teimum sum kann roknast at vinna heiðursmerki. Fyri hann er tað avgjørt ein stórur heiður yvirhøvur at vera komin í finaluna. Tilmeldingartíð 14:49.40
  • Geil 7: Sergiy Frolov úr Ukraina (1992), ungur svimjari sum gjørdist nummar 2 á evropameistarastevnuni á stuttgeil í Eindhoven í november. Tilmeldingartíð 14:42.01
  • Geil 6: Pál Joensen (1990) – okkara maður. Tilmeldingartíð 14:38.00, frá EM í Istanbul í fjør. Besta tíð í ár er 14:47.39 frá World Cup í Berlin í oktober.
  • Geil 5: Mads Glæsner (1988) úr Danmark, sum hevur vant saman við Mellouli í USA hetta seinasta hálva árið. Hevur tískil kappast mest á amerikanskari stuttgeil, sum er í 25 yards hyli, men svam eisini eina rímiliga góða tíð á donsku meistarastevnuni herfyri, á 7:42.17. Her skal tó sigast, at Mellouli vendi á 7:38.95 við 800 í innleiðandi í morgun. Tilmeldingartíð 14:26.74, frá tá ið hann vann bronsu á EM í fjør. Glæsner fer væntandi út sum eitt óløgi í kvøld, á sama hátt sum á EM í Istanbul í fjør.
  • Geil 4: Federico Colbertaldo (1998) úr Italia, stuttbanasvimjari, nummar 2 við EM í Istanbul, og evropameistari frá EM í Eindhoven í november (har Pál ikki luttók). Kom til hesa kappingina við skjótastu tíð í heiminum í ár, 14:35.36. Tilmeldingartíð 14:25.68.
  • Geil 3: Sébastien Rouault (1986) úr Fraklandi, evropameistari frá EM á langgeil í Budapest í summar. Kom til hesa kappingina við næstskjótastu tíð í heiminum í ár, á 14:37.94 frá World Cup í Stokkhólmi. Tilmeldingartíð 14:30.58 er frá EM í Istanbul í fjør.
  • Geil 2: Samuel Pizzetti (1982) úr Italia. Ógvuliga ivasamur í hesum høpi. Hevur eins og Pál lutfalsliga veikar vendingar, og trívist tí sum Pál best á langgeil (!). Tilmeldingartíð 14:41.29 frá tá ið hann vann á Colbertaldo á italiensku stuttgeilameistarastevnuni í Rom í august, beint eftir EM í Budapest.
  • Geil 1: Gergely Gyurta (1991) úr Ungarn. Ungur ‘up and coming’, tilmeldingartíð 14:46.39 frá EM í Istanbul í fjør. Ungarskur meistari í november 2010 við 14:56.34, og silvurvinnari frá somu stevnu í 2009 við 14:46.07.

Saman um tikið er støðan vælsagtans, at teir sum ætla sær heiðursmerki mugu leggja nógv fyri, til at nærkast (og vónandi yvirganga) tíðini hjá Mellouli í morgun. Hóast Pál vísir seg at hava mist lutfalsliga lítið á langgeil, nú sonevndu superdraktirnar eru burtur, so síggja vit tíverri ikki sama fyrimun á stuttgeil. Hetta tí at hann fekk lutfalsliga nógva hjálp frá draktinini til vendingarnar, sum tað eru umleið dupult so nógvar av á stuttgeil.

Føroyingar eiga altso ein langgeilasvimjara á altjóða støði, meira enn ein stuttgeilasvimjara. Og tað er væl bara gott, tá ið hugsað verður um at tær heilt stóru kappingarnar (OL og HM á langgeil) eru á langgeil.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.