Nýggjarsrøða Hestoy
Formaður SSF hevur sent okkum hesa heilsan, nú nýggjárið stundar til:
Nýggjársheilsan 2010/11
Nú stundar brátt til nýggjárs, 2010 liggur skjótt aftanfyri okkum og vit hava set hol á 2011. Um nøkur løta á árinum er passandi at hyggja eftir tí farna, má tað vera nú gamlaárskvøld.
Svimjingin stórt rúm í nýggjarsheilsan forsetans
Petur Elias Petersen forseti í Ítróttasambandi Føroya sigur millum annað soleiðis í nýggjarsheilsan sínari á isf.fo:
Vit hava ítróttagreinar, ið eru komnar rættiliga nógv longri enn at síggja oyggjaleikir sum tann størsta ítróttahendingin á árinum. Her hugsi eg einamest um svimjingina, har vit eiga eitt ítróttafólk í heimsflokki.
ÍSF roynir við serstøku játtanini til úrvalsítróttafólk at geva Páli Joensen so góðar umstøður sum gjørligt, so at fyrireikingarnar til stórar kappingar, so sum norðurlendskar, evropeiskar og heimsmeistarakappingar verða so góðar sum gjørligt.
Continue reading Svimjingin stórt rúm í nýggjarsheilsan forsetans
Føroysku svimjararnir settu fleiri enn 150 met í 2010
Hóast missin av sonevndu ‘superdraktunum’, so megnaðu okkara bestu svimjarar at seta eini 169 føroysk met og juniormet í 2010, omaná øll metini frá 2009 og fyrr. Flottasta met var óivað norðurlendska metið hjá Páli Joensen í 1500 metra frísvimjing á langgeil, frá tá ið hann á EM í Budapest í summar vann silvur har við tíðini 14:56.90. Men hartil settu føroyingar 23 føroysk met á langgeil, 19 á stuttgeil, 52 føroysk juniormet á langgeil og 75 føroysk juniormet á stuttgeil, so at samlaða talið er 169 føroysk met og juniormet pluss eitt norðurlendskt.
Continue reading Føroysku svimjararnir settu fleiri enn 150 met í 2010
Einki ársins ítróttarnavn í ár ?
Nú árið 2010 er um at halla, eru tað nokk fleiri við mær sum leita runt í føroysku miðlunum, eftir siðvandu kappingina um at gera ársins ítróttarnavn. Ein kapping sum Pál Joensen hevur vunnið nærmast líka siðvant í 2007, 2008 og 2009, og Elspa Mørkøre áðrenn hann í 2005 og 2006.
Úrslit frá X-mas stevnuni herfyri
Viðfestur er úrslitalistin frá SMS X-mas Sprint stevnuni í Havn hin 18. til 19. desember 2010, umframt RE- og lef-fílur til hagtalsbrúk. Saman um tikið vann Havnar Svimjifelag rættiliga greitt flestu heiðursmerki, við Ægir sum nummar 2 og FLOT sum nummar 3. Cecilia Eysturdal úr Ægir setti juniormet í 800 frí við tíðini 4:29.86, Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag juniormet í 100 blandað við tíðini 58.51, og Birita Debes úr FLOT juniormet í 100 firvald við 1:06.54 og 100 blandað við 1:07.59.
Rebecca Adlington um hví hon er so glað fyri at svimja
Bretska Rebecca Adlington fortelur her um hví hon er so glað fyri at svimja. Hon vann tvífalt OL einstaklingagull í 400 og 800 frí á olympisku leikum í Beijing 2008, og eigur heimsmetið í 800 frí hagani á 8:14.10.
Heimsins størsta innandura svimjihøll er nær Berlin
“Tropical Islands” var upprunaliga ein hangarur sum kundi rúma eitt risastórt luftskip kallað CargoLifter, til hendan verkætlanin fór fallitt, luftskipið fór í einum stormi, og høllin varð uppkeypt og bygd um til heimsins størsta innandura regnskóg.
Continue reading Heimsins størsta innandura svimjihøll er nær Berlin
Peter Pan Cup avlýst vegna kulda
Bretar møttust fyri fyrstu ferð jólamorgun 1864 til 100 yard svimjikapping í einum vatni í Hyde Park í London, síðani 1904 til at kappast um Peter Pan steypið, sum sjálvur James Barrie rithøvundur av bókini Peter Pan kom við. Men fyri fyrstu ferð síðani 1981 mátti kappingin avlýsast í ár, tí at vatnið var fryst. Onkur fór tó útí og svam eitt lítið sindur, í tí sum tey rokna við kann gerast kaldasti desember mánaði í 100 ár. Kelda: AFP