Kamelar duga illa at venda

Undirritaði hevði billett til galladøgverðan hjá FINA, leygarkvøldið á The Dubai Polo and Equestrian Club, og slapp har at síggja ein kamel-polo-dyst. Frásøgumaðurin greiddi undan dystinum frá, at kamelar duga so illa at venda, at spælararnir muga hugsa í álopsketum, har næsti kamelur var backup um fyrri kiksaði. Og rætt var 🙂



Her er ein onnur video frá somu hending. Eg meini at tað gjørdist javnleikur, har ein av teimum grønu kamelunum kom til at skora við beininum, men tað var alt rein tilfeldigheit.

Her er ein fotomynd frá hendingini:

DSC00069

One thought on “Kamelar duga illa at venda”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.