Splitt-tíðirnar hjá Páli vísa, at Pál legði harðari út í Dubai enn í Berlin, men misti so rættiliga nógv aftaná teir fyrstu 400 m. Glæsner svam óhugnaligani skjótt teir fyrstu 50 m (25.68) – næstan eitt sekund skjótari enn Mellouli (26.55). Pál hevði næstskjótasta splitt-tíð aftaná 50 m og næstskjótasta splitt-tíð frá 50-100m (28.20) – 1/100 sekund spakuligari enn Mellouli. Fram til 250m høvdu bara Glæsner og Rouault skjótari splitt-tíðir enn Pál í finaluni, men síðani byrjaðu Colbertaldo, Gyurta og Pizzetti at svimja skjótari enn Pál. Við 750 m fór Kanieski eisini frammum Pál. Pál bleiv nr 7 í finaluni og nr 13 samanlagd við tíðini 14:54.94.
Splitt-tíðirnar í 1500 finaluni
Splitt-tíðirnar hjá Páli í Berlin og Dubai
Splitt-tíðirnar hjá Mellouli og Glæsner í Dubai
Ferðaliðið fór úr Dubai kl 4:50 í morgun og lendu í Kastrup kl 12:50 føroysk tíð.
Væntandi eru tey í Føroyum kl 20.30.
Flogfarið var eitt lítið sindur seinkað.