Svimjistjørnur forsvóvu seg vegna iPhone-feil

Nýggjastu iPhone dugdu eftir øllum at døma ikki at vekka í 2011, og Keri-anne Payne forsvav seg tí frá morgunvenjingini. Kate Haywood forsvav seg eisini, men náddi venjingina, og Dominik Meichtry mundi eisini forsovið seg, um ikki hann var so ‘heldigur’ at dáman hjá honum Jessica Hardy automatiskt vaknar tá ið sólin fer upp. Ranomi Kromowidjojo forsvav seg nærum frá ferð til Petra í Jordan, og Mark Foster hevði trupulleikar av tí 1. januar.

Oh no!!! My alarm didn’t go off?? What’s with that? Not a good start to the year – training missed!!!! Stupid iPhoneless than a minute ago via Twitter for iPhone

Continue reading Svimjistjørnur forsvóvu seg vegna iPhone-feil

Rob gjøgnumførdi sínar 10 kilometrar

Amerikanski Rob Dumouchel megnaði sambært The Daily News of Open Swimming at svimja teir 10 kilometrarnar havsvimjing uppá bara 4 tímar og 9 mínuttir í 12 gradir Celcius, í gjár 1. januar 2011. Og vit vórðu nevnd aftur, á blogguni hjá Rob sjálvum, tá ið hann eftirfylgjandi skrivaði: “I even got a mention from a swim blog in the Faroe Islands!” 😀

Don’t Drink and Drown !

Avstralska Royal Life Saving Society hevur gjørt hesa sjónvarpslýsingina til at ávara um svimjing við alkohol-promillu. Hetta er eitt átak kallað “Don’t Drink and Drown” sum tey byrjaðu uppá eftir at talið á druknivanlukkum millum full fólk vaks við heili 15 prosentum frá 2008 til 2009. Felagið fortelur eisini at heili 20% av børnum ikki kunnu svimja éina longd í 50 metra hyli, av teimum sum koma úr avstralsku fólkaskúlunum. Guð viti hvussu tað talið er í Føroyum.

The Telegraph skýrir Pál at vera “Runner-up of the year”

Rod Gilmour dregur her á bretska The Telegraph saman um svimjiárið 2010, og skýrir í tí sambandi Pál Joensen at vera “Runner-up of the year”. Hann hevur tó misskilt nakað, tá ið hann skrivar at Pál má skifta svimjitjóðskap til at kunna luttaka á OL í London í 2012:

Runner-up of the year: Pal Joensen

The Faroe Islands never win anything in sport. That continued in 2010 but one Faroe came agonisingly close to pulling off one of the sport’s great shocks in the 1500m at the Europeans. Leading for much of the race, Joensen, who trains in a 25m pool back home, was pipped by just over a second to earn silver. He has been the Island’s sportsman of the ear since 2007 and will win it again. But it could be his last. To qualify for London 2012 could be Denmark’s gain as the Faroes’ are not IOC ratified. One less colour piece then.

Rob á RobAquatics svimur 10 km í havinum í dag

“The Tribune” skrivaði í gjár um hvussu Rob Dumouchel frá www.robaquatics.com í dag fer at svimja 10 km í 13 gradir heitum sjógvi út fyri Avila Beach millum Los Angeles og San Francisco í Kalifornia, uttan vátdrakt. Hann hevur bæði kajak og fylgibát við sær, ífall at hann verður niðurkøldur ella á annan hátt illa fyri, og ger hetta millum annað til at savna pengar inn til okkurt tey kalla “the Food Bank Coalition of San Luis Obispo County.

Eg noyðist at lána hesa myndina av masters-bloggu hansara, við verðins besta myndateksti: “little known fact, pink leopard spots on a swimsuit keep you warmer” 😀

[Picture courtesy of Rob Dumouchel at www.robaquatics.com ]