“The Tribune” skrivaði í gjár um hvussu Rob Dumouchel frá www.robaquatics.com í dag fer at svimja 10 km í 13 gradir heitum sjógvi út fyri Avila Beach millum Los Angeles og San Francisco í Kalifornia, uttan vátdrakt. Hann hevur bæði kajak og fylgibát við sær, ífall at hann verður niðurkøldur ella á annan hátt illa fyri, og ger hetta millum annað til at savna pengar inn til okkurt tey kalla “the Food Bank Coalition of San Luis Obispo County.
Eg noyðist at lána hesa myndina av masters-bloggu hansara, við verðins besta myndateksti: “little known fact, pink leopard spots on a swimsuit keep you warmer” 😀
[Picture courtesy of Rob Dumouchel at www.robaquatics.com ]
Rob hevur longu uppdagað søguna her, og tweetar tí um hana …
We’ve gone international! This is from the Faroe Islands! RT @svimjing Rob á RobAquatics svimur 10 km í havinum í dag http://bit.ly/gl9GPJless than a minute ago via webRob D
smsRob
Svimjingin hjá honum byrjar klokkan 8 um morgunin ‘over there’, sum so vítt eg dugi at rokna er klokkan 16 her hjá okkum. Hann svimur til umleið klokkan 11 lokala tíð, og síðani verður okkurt størri tiltak streamað kallað Polar Bear Swim klokkan 12 lokala tíð (kl 20 her hjá okkum).
http://liveswim.net/coverage/2010polarbearswims/
Tað er nú um góðan hálvan tíma …