Therese Alshammar vann gull og Jeanette Ottesen silvur í 50 metra firvaldasvimjing á Sette Colli í Rom, Alshammar við stevnumeti 25.37 og Ottesen við tangering av danska metinum 25.69, báðar frammanfyri bretsku Francesca Halsall á 26.86. Og Rikke Møller Pedersen vann gull í 200 metra bringusvimjing, við 2:26.20 frammfyri italsku Boggiatto á 2.28.38 og vinnaranum í 50 metra bringusvimjing Atkinson frá Jamaica á 2:29.57. Sí úrslit her.
Startlistarnir klárir til Oyggjaleikir 2011
Fyriskipararnir av Oyggjaleikum á Isle of Wight 2011 boða nú frá, at startlistarnir til svimjistevnuna liggja klárir at síggja her á csdiom.com. Um tað gongur sum sambært tilmeldingunum, so koma Føroyar at vinna svimjistevnuna á triðja sinni, men ikki so greitt sum í fjør, vegna harða kapping frá Guernsey. Pál verður ikki óvæntað stóri heiðursmerkjaslúkurin á leikunum, meðan unga Kristina Neves av Guernsey verður vandamiklast hjá kvinnum.
Continue reading Startlistarnir klárir til Oyggjaleikir 2011
Góð úrslit hjá norðurlendingum á Sette Colli í Rom
Sum fleiri av tykkum sikkurt longu hava lisið á t.d. SwimNews.dk, so hevur danska svimjisambandið sent Lotte Friis, Jeanette Ottesen, Rikke Møller Pedersen og Pernille Blume til sjeyheyggjastevnuna í Rom, “il trofeo Sette Colli di Roma“, at testa formin nú um vikuskiftið áðrenn HM í Rom.
Continue reading Góð úrslit hjá norðurlendingum á Sette Colli í Rom
Hetland vísir skjóta bringu/firvalda-vending
Norski bringusvimjarin Aleksander Hetland greiðir her frá hvussu hann roynir at gera, til at fáa bringuvendingina at vera so skjót sum gjørligt, og vísir hana síðani í hylinum. Hann er ikki hvør sum helst, bronsuvinnari í 50 bringu frá HM í Dubai, á stuttgeil har tað veruliga hevur týdning at venda skjótt. Við tað at firvaldavendingin prinsipielt er sama vending sum bringuvendingin, so galda somu reglur fyri hesi eisini.
10 debutantar við á oyggjaleikum í ár
Í ár eru 10 svimjarir við fyri fyrstu ferð á oyggjaleikum. Sama talið av debutantum var eisini í 2005 og Í 1997 vóru 12 debutantar í ferðaliðnum. Men talið av debutantum hevur ikki haft stóra ávirkan á heiðursmerkjatalið. Debutantanir eru grønir í grafinum meðan veteranarnir eru bláir. Tvey, Shaila og Dia, hava metið sum super-veteranar. Tey hava luttikið 6 ferðir í part.
Continue reading 10 debutantar við á oyggjaleikum í ár
Føroyingar eru søguliga sterkir á styttri teinum á oyggjaleikum
Tá vit telja heiðursmerkini saman, sum føroyingar hava vunnið í svimjing á oyggjaleikum, so síggja vit, at føroyingar eru og hava verið sterkir á styttri teinum, serliga í bringu og frí og í stafettunum. Hinvegin eru longri teinar í blandað og firvaldi ikki tað, vit hava vunnið oftast í.
Continue reading Føroyingar eru søguliga sterkir á styttri teinum á oyggjaleikum
Havsvimjing á Jóansøku
Aftur í ár er tað ætlanin at hava havsvimjing á Jóansøku, og vónandi sleppa okur á sjógv í ár 😉
Havsvimjingin verður fríggjadagin 24. juni kl 19:00
Svimjingin byrjar í møluni við Krambatanga (har Smyril leggur at), svomið verður beint yvir um fjørðin, inn til “gomlu Kei” á Tvøroyri.
Kostnaður 0 kr.
Eftir svimjingina ber til at sleppa at brúsa sær í svimjihylinum í Tvøroyrar Skúla
Vinarliga meldi til svimjingina á susvim (kurla) gmail.com seinast tórsdagin 23. juni kl 12:00
Vegna Suðuroyar Svimjifelag
Marlon Kjærbo
Nýggjar upplatingartíðir fyri svimjihøllina í Havn
Av torshavn.fo:
“Frá mánadegnum 20. juni verður svimjihøllin í Gundadali opin soleiðis.
Mánadag 6.45 -20.00
Týsdag 6.45 – 20.00
Mikudag 6.45 – 9.00 ( seinnapart er stongt )
Hósdag 6.45 – 20.00
Fríggjadag 6.45 – 20.00
Leygardag 9.00-17.00
Sunnudag 8.00-10.00 og 14.00 – 17.00″
Davies droppar HM í Shanghai
Bretski David Davies hevur valt at melda frá heimsmeistarastevnuni í Shanghai, og fyri so vítt restini av 2011, tí at hann enn líðir av somu møði sum í fjør. Hann pressaði seg for hart til at koma við til EM í Budapest og Commonwealth Games í Delhi, og er harav enn so móður, at hann heldur tað vera betri at bara droppa Kina, til at koma fyri seg og síðani venja fram ímóti OL í London í 2012. Davies svimur typiskt ‘open water’ og 1500 frí. Lesið her á swimming.org.
Carry svam ein habilan 400 frí í dag
Skotski kvartføroyingurin David Carry megnaði í dag at vinna eitt silvurheiðursmerki á British Gas ASA National Championships, við 3:49.42 aftanfyri eisini skotska Robbie Renwick á 3:48.60. Báðir undir kravtíð til HM í Shanghai í summar, so nú hava vit eisini hann at heppa á í Kina. Lesið her á swimming.org.
Qualified for World Champs! Get in! So happy to be on the team, thanks for all the support!