Kvale og Hetland til Club Wolverine í USA at venja ímóti OL

Teir báðir norðmennirnir Gard Kvale og Aleksander Hetland fara nú í heyst til Ann Arbor í Michigan at venja í Club Wolverine, fram ímóti OL í London 2012. Báðir vóru nær við at kvalifisera seg til HM í Shanghai, men náddu tað ikki, Kvale vegna ryggtrupulleikar og Hetland tí at hann sum bringusvimjari kappast ímóti sjálvum Alexander Dale Oen um pláss á liðnum. Via www.simma.nu/no.

Hetland vísir skjóta bringu/firvalda-vending

Norski bringusvimjarin Aleksander Hetland greiðir her frá hvussu hann roynir at gera, til at fáa bringuvendingina at vera so skjót sum gjørligt, og vísir hana síðani í hylinum. Hann er ikki hvør sum helst, bronsuvinnari í 50 bringu frá HM í Dubai, á stuttgeil har tað veruliga hevur týdning at venda skjótt. Við tað at firvaldavendingin prinsipielt er sama vending sum bringuvendingin, so galda somu reglur fyri hesi eisini.

Hetland og Dale Oen javnir í 50 bringu

Teir báðir norsku bringusvimjararnir Aleksander Hetland og Alexander Dale Oen møttust í dag í 50 bringu, á norsku meistarastevnuni á stuttgeil, Hetland sum bronsuvinnari frá Dubai 2010 og Dale Oen sum gullvinnari í 100 bringu frá Budapest 2010. Hetland var skjótari í innleiðandi, og eisini fyrstu helvt av finaluni, men so kom Dale Oen aftur, og náddi akkurát inn við somu tíð sum Hetland, 27.61. Venjararnir viðmerkja at tíðin nyttar ikki so nógv, og kappingin gekk ikki so væl, men at tað tó er gott at soleiðis fáa teir heim at kappast. Hetland venur vanliga í USA, meðan Dale Oen hevur basu í Noregi. Lesið Aftenposten.