David Carry minnist aftur á Melbourne 2006

Skotski David Carry við ommu úr Klaksvík minnist aftur á tá ið hann vann gull í 400 metra blandaðari svimjing á Commonwealth Games í Melbourne í 2006. Skotland fer at hýsa Commonwealth Games í Glasgow í 2014, tó uttan kvartføroyingin, nú hann gavst við svimjingini eftir London 2012.

Skotsku Argyll News kenna til partvíst føroysku røturnar hjá Carry:

“David, who is part Scot, part Faroese, has recently been added to Scottish Swimming’s Board of Directors.”

David Carry 3:46.86 í 400 frí og við á bretska OL-liðnum

David Carry30-ára gamli kvart-føroyski skotin David Carry hevur í dag kvalifiserað seg til OL í London, tá ið hann á British Gas ASA National Championships í Sheffield vann finaluna í 400 metra frísvimjing, við 3:46.86 har OL-kravtíðin er 3:48.92. Hetta var síðsti kjansur hjá honum at kvalifisera seg, eftir at hava verið bara 0.23 sekund frá kravtíðini á British Trials í mars mánaða. Besta tíð hjá honum áðrenn hetta var 3:47.17 frá sjálvum OL í Beijing í 2008, og hetta verður so triðja OL hjá honum fyri Stórabretland. Carry er ættaður úr Klaksvík, sigst.

Carry svam ein habilan 400 frí í dag

David CarrySkotski kvartføroyingurin David Carry megnaði í dag at vinna eitt silvurheiðursmerki á British Gas ASA National Championships, við 3:49.42 aftanfyri eisini skotska Robbie Renwick á 3:48.60. Báðir undir kravtíð til HM í Shanghai í summar, so nú hava vit eisini hann at heppa á í Kina. Lesið her á swimming.org.

Qualified for World Champs! Get in! So happy to be on the team, thanks for all the support!less than a minute ago via Twitter for BlackBerry® Favorite Retweet Reply

Kvartføroyingurin Carry venur eyka á landi móti London 2012

SwimNews.com skrivar her um evnaríka bretska langteinaran David Carry, sum er úr Aberdeen í Skotlandi, og ommusonur Haslu Elder fødd Josephsen úr Klaksvík. Gullvinnari í 400 frí og blandað á Commonwealth Games í Melbourne í 2006, ið Bjarnason & co heilsaðu uppá á HM í Melbourne í 2006, har hann eisini svam sera skjótt, og sum eisini luttók fyri Bretland á HM í Manchester í 2008.

Hann hevur sambært SwimNews havt trupulleikar við at ‘finna formin’ hetta seinasta árið, men venur tó óført ímóti OL í London í 2012, við fokus á serliga fimi á landi, renniøvilsi og sprint. “Off the walls is where the British team have been falling behind a bit so we want to improve that. And the best way to improve strength is to do running drills”. Carry sigur seg finna motivatión í “any chance I get to race against the best in the world”, og Craig Lord hevur á sín vanliga hátt góð eygu til Carry, við tað at Carry sær út til at vera tann typa, sum hevur minst brúk fyri draktunum:
Continue reading Kvartføroyingurin Carry venur eyka á landi móti London 2012

Føroyskur svimjari í Bretlandi

David Carry, ja tað ljóðar ikki føroyskt, men hann hevur tó røtur úr Føroyum.
David er føddur t. 8. Okt. 1981 í Aberdeen. Hann hevur svomi síðan hann var bert 5 ára gamal og vann heili 2 gull til Commonwealth Games í 2006 í Avstralia. Hann vann 400m frí, og 400m blandað. Men hansara fyrsta enska met kom so ikki fyrr enn fríggjadagin 27. juli 2007. Tað var í 400m frí at David tók bretska meti frá Paul Palmer (OL silvur í 1996) tíðin hjá David var 3:47,40 og er tað 19 sek. skjótari enn føroyska meti hjá Pál Joensen. Langbana til Føroyar takk!
David er ein av mongu ungu svimjarum úr Bretlandi sum hevur vant í Avstralia (Gold Coast) og sum Bretland vónar, skal gerða um seg til OL í 2012.
Um “klaksvíkingurin” (David) sleppur undan skaðum, og annars heldur á fram at betra seg, ja so kanska okur fáa fyrsta gullheiðursmerki til Føroyar til OL í svimjing longu í 2012 🙂
Sikken ein styrkur til Ægir (Johan Martin sær gull nú) David er sera sterkur í 200 og 400m frí, men 400m blandað er ikki av leið, 4:15,98 á langbana er nokk til finalu til HM. David var sjúkur í Melbourne og megnaði tí ikki at vísa hvat hann kundi, men til Bretsku Meistarakappingina í farnu viku á langbana, vísti hann øllum hvat hann er gjørdur av.