Gallichan bjóðar Páli av á frí-teinunum

Í somu grein sum nevnd fyri løtu síðani, sigur JJ Gallichan seg hava sum missión fyri Oyggjaleikir á Isle of Wight, at bjóða Páli Joensen av á fríteinunum. I say ‘bring it on, mr Gallichan’ !! 🙂

JJ Gallichan (19): 200m, 400m, 1,500m freestyle and relays. Liverpool John Moores University student. Going to his third Games with eight medals to his name and one mission: to challenge the Faroe Island’s Pal Joensen, a World Championship swimmer, for the freestyle medals. Last year in the 1,500m freestyle he won bronze at the Youth Nationals and silver in the BUCS Championships. This year he was fourth in the 800m at the Nationals.
Did you know? JJ holds Island records in all three of his freestyle events.
Sporting idol: Grant Hackett.

Oyggjaleikaliðið hjá Jersey umfatar m.a. 37-ára gamla McGreevy

Heimasíðan This is Jersey skrivar her rættiliga nágreiniliga um Oyggjaleikaliðið hjá Jersey, hvørji tey eru, hvat tey skulu svimja og hvørji teirra idol eru. Altso veruligar vangamyndir, har tað millum annað verður sagt um aldursforsetan Stefan McGreevy:

Stefan McGreevy (37): 50m, 100m butterfly; 50m freestyle and relays. Operations director for a hedge fund manager. Member of the England youth swimming team 20 years ago who is making his Games debut. His aim is to try and keep a record of how many times someone makes reference to his age for a competitive swimmer.
Did you know? Stefan claims he is actually 21! Really he is a keen angler and member of the Island water polo team.
Sporting idol: Martin Johnson.

48-ára gomul kvinna sett heimsmet í havsvimjing

Avstralska Penny Palfrey brúkti her í vikuskiftinum 40 tímar og 41 minuttir um at svimja teir 108.22 kilometrarnar frá Little Cayman til Grand Cayman, harav síðstu 10 tímarnir vóru harðast vegna mótrák. Hetta var ein betring við 4 kilometrum, av heimsmetinum fyri ‘longest unassisted ocean swim’, enntá við einum hávi bara umleið ein favn frá sær alla náttina. Les compasscayman.com.

Evans setti tvey heimsmet á fyrstu stevnu síðani 1996

Janet Evans setti tvey nýggj masters heimsmet leygardagin, tá ið hon luttók á sínari fyrstu svimjistevnu yvirhøvur síðani 1996. Fyrst svam hon 4:23.82 í 400 frí (á langgeil), har heimsmetið hjá aldursbólkinum 35-39 ár var 4:26.17. Og síðani morlaði hon heimsmetið í 800 frí, við at betra tað meira enn 10 sekund, niður á 8:59.06. Les The Orange County Register.

HS vann fyrsta FM fyri lið

Havnar Svimjifelag gjørdist fyrsta felag sum varð føroyameistari fyri lið, tá ið hendan stevna varð hildin í Tórshavn nú leygarkvøldið 11. juni. Tey vunnu rættiliga greitt við 119 stigum ímóti 83 til Ægir, sum tíverri var einasta annað luttakandi felag. Niðanfyri sæst Kristina Eliasen taka ímóti steypinum fyri Havnar Svimjifelag, og Óluva Jacobsen og Victoria W. Eysturdal fyri Ægir. Fleiri myndir síggjast her í myndasavninum hjá Jákupi Jacobsen.

FM fyri lið 2011

Janet Evans ger comeback (!)

Janet Evans gavst við kappsvimjing á høgum støði eftir OL í Atlanta í 1996, gullvinnari frá 1988 og 1992 og við heimsmetinum frá 1988 í 800 frí sum kom at standa líka fram til superdrakt-tíðini í Beijing í 2008. Hon bleiv talskvinna fyri ymiskar fyritøkur, giftist og fekk tvey børn, men avdúkar nú at hon er byrjað aftur at venja miðvíst, fram ímóti at kvalifisera seg til OL 2012 á amerikansku úttøkustevnuni næsta ár. Les meira her á newser.com.

FM fyri lið verður í morgin

Fyrsta føroyska meistarastevna fyri lið verður í annaðkvøld í Havn, 11. juni 2011. Kappingin er skipað nøkulunda sum landsdystirnir ímillum Føroyar og Ísland, at tey kappast í umleið 2,5 tímar frá kl 19:30, har hvørt felag her kann stilla við éinum svimjara í hvørjari kapping, og stig so verða givin fyri hvussu góðar plaseringar hvørt felag fær. Sí viðfestu innbjóðing. Tíverri eru tað bara Havnar Svimjifelag og Ægir sum hava meldað til hesu ferð, og stevnan verður tí mest at rokna sum eitt ‘dual-meet’ millum hesu bæði feløg, har besta felagið so har afturat fær heiðurin at vera fyrsta besta lið í Føroyum.

DSC00794