Missy Franklin sett nýtt heimsmet í 200 rygg

16 ára gamla Melissa “Missy” Franklin úr USA setti nýtt stuttbana heimsmet í 200 rygg í Berlin í dag við tíðini 2:00.03. Gamla metið á 2:00.08 átti Shiho Sakai úr Japan, sum eisini bleiv sett í Berlin men við superdrakt í 2009.

Nummar 2 og 3 í dag vóru ávikavist Belinda Hocking úr Avstralia og Elizabeth Simmonds úr Onglandi við tíðunum 2:01.24 og 2:02.54. Í 2009 vóru Franklin, Hocking og Simmonds ávikavist nr 7, 4 og 3 við tíðunum 2:05.81, 2:02.61 og 2:02.12. Hocking hevur sostatt tikið seg framm síðan superdraktirnar vóru bannaðar, men ikki so nógv sum supertalenti Missy Franklin.

Les meira á theswimmerscircle.com.

Kanada í neyð av venjara sum ikki gevst hóast lívslangt bann

Garvill søga her á thestar.com, um Cecil Russell ið fekk lívslangt bann í 1997 fyri at vera uppi í einum altjóða steroid-smuglara-ringi. Og sum sama ár viðgekk at hava hjálpt einum felaga við at brenna og beina burtur eitt fólk sum hesin hevði dripið. Og sum hevur sitið 4 ár í fongsli í einum narkotikamáli. Fyri síðani at fáa bannið lyft í 2005 og so álagt aftur í 2007, eftir at fleiri skjøl komu fram í málinum.
Continue reading Kanada í neyð av venjara sum ikki gevst hóast lívslangt bann

Kringvarpið samsendir DR sendingina um Pál Joensen

Klokkan 16.55, leygardag 22. oktober, samsendir Kringvarpið sendingina “Mín ítrótt: World Cup svimjing – Pál Joensen”. Dr.dk skrivar:

“Min Sport til World Cup i svømning: Svømmeren Pál Joensen er fra Færøerne og er en af medaljekandidaterne, når de danske svømmere næste sommer hopper i det olympiske bassin i London. Vi har fulgt den stærke svømmer blandt verdens bedste til World Cup-stævnet i Stockholm. Og vi tager med ham hjem til Færøerne, hvor han fortæller, hvorfor han foretrækker at bo og træne derhjemme, på trods af at Færøerne ikke har et bassin i den olympiske længde. Sendes også 25.10.11”

Paulus Wildeboer vísir hvussu tey venja í Leadville

Danski landsliðsvenjarin, Paulus Wildeboer, vísir her lokalum fólkum í Leadville, hvussu hansara svimjarar venja. Hann greiðir frá, at gamla mytan um, jú harðari tú venur tess betur verður tú, er skeiv. Í hansara huga eigur tað at vera, at tess betur tú venur, tess betri verður tú. Wildeboer leggur aftrat, at fyrr hevði man nógva aeroba venjing, áðrenn man gjørdi anaeroba venjing. Nú verður anaerob venjing lagd í venjingini beinanvegin. Í videobrotinum verður víst dømi uppá hetta. Man sær eisini Wildeboer fýsa eftir Lotte Friis (6 min 50 sek).


Continue reading Paulus Wildeboer vísir hvussu tey venja í Leadville

Deyvur amerikani vann bronsu á Pan Am Games

Amerikanski Marcus Titus er føddur deyvur, men vendir tað heldur til ein fyrimun enn ein vansa, tá ið tað kemur til svimjing. “It helps me stay in my own world, helps me focus on what I need to do”, sigur Titus eftir at hava vunnið bronsu í 100 bringu á síni fyrstu stóru altjóða meistarastevnu sum ikki er avmarkað til fólk við breki, við tíðini 1:01.12 (á langgeil) aftanfyri brasilsku Felipe Silva og Felipe Lima á ávíkavist 1:00.34 og 1:00.99. Deyvir svimjarar kunnu uttan nakað luttaka á jøvnum føti við okkum ikki-deyvu, av tí at startskipanin í svimjing sum standard hevur eitt ljós-signal afturat ljóðinum. Les AP

Rikke Møller Pedersen fær mált hæmoglobin í Flagstaff

Danski bringusvimjarin Rikke Møller Pedersen er her til kanning fyri hæmoglobin-virði í blóðinum, ímóti endanum av hæddarlegu í Leadville og Flagstaff, til at fáa staðfest hvussu nógv sovorðið hjálpir henni. Tíverri fáa vit ikki at vita úrslitið av hesum í hesi video, men áhugavert at síggja hvussu nógv danir leggja fyri, til at hjálpa sínum bestu.

Úttøkukappingin “Klaksvík Open” útsett eina viku

Frá svimjinevnd SSF:

Vegna serligar umstøður (Løgtingsval) hevur Svimjinevndin, í samráð við einstøku feløgini, gjørt av at svimjistevnan “Klaksvík Open” ið skuldi verða hildin í døgunum 29. og 30. oktober, í staðin verður hildin 5. og 6. november.

Við tað at henda stevna samstundis verður úttøkukapping til NJM og EM á stuttgeil, hevur aðalskrivari SSF’s, Djóni Dalsgarð, kannað eftir at tíðarfreistirnar eru í lagi.

Við svimjikvøðu

Svimjinevndin