Paulus Wildeboer er farin, 59 ára gamalur

Tíðindini frættust í gjárkvøldið, at Paulus Wildeboer var deyður av krabba í prostata, 59 ára gamalur.

Paulus var pápi Olaf og Aschwin Wildeboer, sum svumu fyri ávíkavist Niðurlondum og Spania, Aschwin við serliga góðum evnum. Og Paulus var sum kunnugt danskur landsliðsvenjari í fleiri ár, har hann fekk svimjarar sum Lotte Friis, Jeanette Ottesen og Rikke Møller Pedersen upp á heimsstøði. Áðrenn tað var hann venjari í Spania í eini 25 ár, og aftaná tað mentor hjá Swimming Queensland í Australia.

Vit føroyingar kendu hann væl, sum venjari hjá danska landsliðnum fram til OL í London, og síðani venjari hjá Páli fram til heiðursmerki á HM í Istanbul í 2012. Ein harður venjari, sum tó uttan iva hevði sín lut í at donsk svimjing lyftist sum hon gjørdi.

Ærað verður minnið um Paulus Wildeboer.

Wildeboer gevst í Danmark, fer til Avstralia

Fyrrverandi danski landsliðsvenjarin Paulus Wildeboer hevur nú eisini valt at siga upp sítt starv sum høvuðsvenjari á ‘det Nationale TræningsCenter’ (NTC) í Bellahøj, har millum annað Pál Joensen venur. Hetta boðar danska svimjisambandið frá í tíðindaskrivi; Paulus hevur tikið av einum tilboðið frá Swimming Queensland og Australian Swimming, at taka sær av venjingini har frá fyrst í 2013 til síðst í 2016.

DSC01443

Danska svimjisambandið sigur seg hava eina stóra avbjóðing, nú tey heilt skjótt skulu finna bæði ein nýggjan landsliðsvenjara og ein nýggjan NTC-venjara, áðrenn Wildeboer gevst, síðst í januar mánaða. Og lat tað verða sagt, at danski venjarahópurin hevur givið Wildeboer allar orsøkir til at finna sær okkurt annað, tá ið t.d. Thomas Jannson herfyri beinleiðis bað hann gevast, alment.

Wildeboer: Pál vil hava ‘hevnd’

Danski landsliðsvenjarin Paulus Wildeboer greinar her á svoem.dk støðuna nú eftir OL, har tey millum annað tosa um fokus:

“Right now we all have problems to focus on this season. Rikke and Pal are doing great, they want “revenge”! The others are still in the process to digest the Olympics and get inspired once more about the coming competitions. I expect that to change during the month of October. Everything will be more normal when we start competing again. Then swimmers will know what has to be done to get back in a reasonable shape.”

DSC00171

Paulus Wildeboer vísir hvussu tey venja í Leadville

Danski landsliðsvenjarin, Paulus Wildeboer, vísir her lokalum fólkum í Leadville, hvussu hansara svimjarar venja. Hann greiðir frá, at gamla mytan um, jú harðari tú venur tess betur verður tú, er skeiv. Í hansara huga eigur tað at vera, at tess betur tú venur, tess betri verður tú. Wildeboer leggur aftrat, at fyrr hevði man nógva aeroba venjing, áðrenn man gjørdi anaeroba venjing. Nú verður anaerob venjing lagd í venjingini beinanvegin. Í videobrotinum verður víst dømi uppá hetta. Man sær eisini Wildeboer fýsa eftir Lotte Friis (6 min 50 sek).


Continue reading Paulus Wildeboer vísir hvussu tey venja í Leadville

Leadville, danski ‘loynidómurin’ í Colorado

Áhugaverd grein og videobrot her á 9news.com, um hvussu Paulus Wildeboer fyri triðju ferð hevur tikið danska landsliðið og onnur við sær til fyrrverandi silvurnámsbýin Leadville, 3000 metrar uppi í Colorado-fjøllunum, at venja í eyka høgari hædd. Tað er ein rættiliga avanserað hæddarvenjingarteknikkur sum hann hevur uppbygt, ið umfatar at fyrireika seg í iltteltum áðrenn, fara upp í hasa heilt høgu hæddina, og síðani niður aftur í meira vanligar 2000 metrar, og síðani aftur at sova í iltteltum, til at fáa so góða effekt sum gjørligt.


Continue reading Leadville, danski ‘loynidómurin’ í Colorado

Wildeboer ávarar um at familja og vinir stressa

Ekstra Bladet skrivar her at Paulus Wildeboer nú ávarar donsku svimjararnar um ikki at nýta ov nógva tíð saman við familju, so stutt upp undir HM. Liðið er sum skilst væl fyri, í form eftir vikulangar venjingarlegur runt umkring í heiminum, og nú handlar tað altso um ikki at spilla tað burtur uppá ov nógva ‘sosialisering’.

Wildeboer heldur at Friis er ov feit

Paulus Wildeboer landsliðsvenjari hjá Danmark hótti herfyri Lotte Friis við at blaka hana av landsliðnum, tí hann helt at hon var ov feit. Hetta skrivar Ekstra Bladet, og nevnir at 16 ára gamla Amalie Emma Thomsen eisini hevur fingið líknandi teldupost, við somu hóttan. Tað verður týðiligvís fylgt við í hvat tær eta, har Wildeboer nú ákærir tær fyri ikki at royna at ansa eftir hvat tær eta, við vendingum sum hesa í teldupostinum til Amalie Emma Thomsen:

“Du er meget selvisk i denne sag, og det er gået komplet ud af kontrol, og det skal stoppes med det samme. Vi ønsker at være stolte af holdet. Er du stolt af dig selv nu? Jeg tror, svaret giver sig selv. Jeg forventer dit svar i løbet af de næste 24 timer. Privat, ikke på Facebook eller tilsvarende steder.”
Continue reading Wildeboer heldur at Friis er ov feit