68 ára gamla Dr. Katz heldur pensionistar sunnar við svimjing

Ógvuliga positiv video her, við fyrrverandi OL-svimjara Dr. Jane Katz, professari í heilsu og venjing, sum í New York dagliga stríðist fyri at halda pensionistar sunnar og mótvirka teirra aldursteknum, við at skipa fyri svimjing. Via ABC News.

video platformvideo managementvideo solutionsvideo player

Alex er ársins svimjari í Evropa

DSC00386NRK og Norges Svømmeforbund avdúka nú at evropeiska svimjisambandið LEN hevur valt norska Alexander Dale Oen til ársins mannliga svimjara í Evropa, við atkvøðugreiðslu millum tey 51 limalondini og fjølmiðlafólk. Hetta í tættari kapping við franska Camille Lacourt, 31.9% ímóti 28.9%. Ársins kvinnuligi svimjari bleiv nógv meira yvirbevísandi italska Federica Pellegrini, við 62.9% ímóti 15.7% til bretsku Rebecca Adlington og 14.3% til svensku Therese Alshammar.

Í havsvimjingini vórðu tað Keri-Anne Payne úr Bretlandi og Thomas Lurz úr Týsklandi, aftur yvirbevísandi 42.0% í mun til 24.6% til italsku Martina Grimaldi og 58.8% í mun til 17.6% til grikska Spyridon Gianniotis. Felags fyri øll hesi er, at tey vunnu minst eitt gullheiðursmerki á HM í Shanghai, Pellegrini í 200 og 400 frí, Alex í 100 bringu, Lurz á 5 km og Payne á 10 km.

Prát við Dr Homayun Gharavi umborð á Smyrli sunnukvøldið

Pál Joensen og Jón Bjarnason høvdu í farnu viku vitjan av einum týsk-iranskum lækna kallaður Dr Homayun Gharavi, ið teir fyrstu ferð møttu í 2010, á “Battle Camp” í Potsdam og síðani á Mare Nostrum í Monaco. Eg fór sjálvur suður í barnadóp sunnudagin, og slapp tá at uppliva síðstu venjing har suðuri leygarkvøldið, umframt at gera hesar báðar samrøðurnar við “Homer” umborð á Smyrli á veg heim aftur sunnukvøldið.

Fyrsta video er mest um hvør hann er, hvat hann ger og hvat hann heldur um sítt yrki. Hartil eitt lítið sindur um vikuna í Suðuroy, inntil eg uppdagaði at videotólið manglaði streym.


Continue reading Prát við Dr Homayun Gharavi umborð á Smyrli sunnukvøldið

Mie Ø. vann á Lotte Friis í 200 frí

15-ára gamla Mie Ø. Nielsen gjørdi her um vikuskiftið ein ordiligan vørr á World Cup í Berlin, tá ið hon millum annað setti danskt juniormet í 100 frí við 54.03, og svam seg til eitt sættapláss í finaluni í 400 frí við nýggjum donskum juniormeti 4:06.51, frammanfyri norsku Cecilie Johannesen sum annars við 4:06.56 tók 15 ára gamla norska seniormetið frá Irene Dalby. Mie tók juniormetið í 400 frí frá sjálvari Lotte Friis, og megnaði hartil at svimja skjótari enn Friis í innleiðandi 200 frí, við 1:58.84 í mun til 1:59.61, har hvørki hon ella Friis tó komu í finalu. Mie er dóttur danska OL-silvurvinnaran Benny Nielsen, sum tit sikkurt sóu rósa Pál og Jón í DR-sendingini leygarkvøldið. Les t.d. politiken.dk.

Missy Franklin má takka nei til kanska 70.000 dollarar vegna NCAA-reglur

High school gentan Missy Franklin klárar seg so mikið væl á World Cup – millum annað við at seta heimsmet í 200 metra ryggsvimjing í Berlin – at hon kann koma at vinna upp til 50-70.000 dollarar í pengapremium, eisini um hon ikki fer avstað við høvuðsvinninginum á 100.000 dollarar. Men, hon noyðist allarhelst at siga nei takk til pengarnar, um hon í framtíðini ynskir at kunna luttaka í NCAA-kappingum á amerikanskum universitetum, har tey hava rættiliga hørð krøv um at íðkararnir skulu vera amatørar. Les SwimmingWorld Magazine.

Update: Her er ein longri grein um støðuna hjá Missy Franklin.

Rouault vann 1500 frí í Berlin

Sebastien Rouault vann 1500 frí í Berlin við tíðini 14:48.31. Sergrii Frolov og Manuel Schwarz gjørdust ávikavist nr 2 og 3 við tíðunum 14:50.15 og 15:03.18. Rouault, Frolov, Joel Ax og Anders Lie kappaðust tær fyrstu 300 m. Hereftir fóru Frolov og Rouault undan hinar. Frolov sum hara og Rouault undir liðini til 250 m vóru eftir og Rouault setti ferð á. Lie hevði ein góðan endaspurt men varð ov stuttur til medalju við tíðini 15:03.86.

Continue reading Rouault vann 1500 frí í Berlin

Føroyingur í finalu á World Cup í Berlin

Frans Johannesen megnaði í dag at svimja seg í finaluna í 400 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Berlin, við fimtbestu tíð av øllum, 3:47.24 aftanfyri týsku Paul Biedermann og Christian Kubusch á ávíkavist 3:44.85 og 3:46.20, bretska Ross Davenport á 3:46.86, og serbiska Stefan Sorak á 3:47.14. Kvartføroyingurin David Carry kláraði akkurát ikki at koma í finaluna, við 3:48.02, og skjótastu fullblóðsdani var so Anders Lie sum nummar 10 við 3:48.02. Sí úrslitalista eftir innleiðandi her.


Continue reading Føroyingur í finalu á World Cup í Berlin