Alex er ársins svimjari í Evropa

DSC00386NRK og Norges Svømmeforbund avdúka nú at evropeiska svimjisambandið LEN hevur valt norska Alexander Dale Oen til ársins mannliga svimjara í Evropa, við atkvøðugreiðslu millum tey 51 limalondini og fjølmiðlafólk. Hetta í tættari kapping við franska Camille Lacourt, 31.9% ímóti 28.9%. Ársins kvinnuligi svimjari bleiv nógv meira yvirbevísandi italska Federica Pellegrini, við 62.9% ímóti 15.7% til bretsku Rebecca Adlington og 14.3% til svensku Therese Alshammar.

Í havsvimjingini vórðu tað Keri-Anne Payne úr Bretlandi og Thomas Lurz úr Týsklandi, aftur yvirbevísandi 42.0% í mun til 24.6% til italsku Martina Grimaldi og 58.8% í mun til 17.6% til grikska Spyridon Gianniotis. Felags fyri øll hesi er, at tey vunnu minst eitt gullheiðursmerki á HM í Shanghai, Pellegrini í 200 og 400 frí, Alex í 100 bringu, Lurz á 5 km og Payne á 10 km.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.