Føroyingur í finalu á World Cup í Berlin

Frans Johannesen megnaði í dag at svimja seg í finaluna í 400 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Berlin, við fimtbestu tíð av øllum, 3:47.24 aftanfyri týsku Paul Biedermann og Christian Kubusch á ávíkavist 3:44.85 og 3:46.20, bretska Ross Davenport á 3:46.86, og serbiska Stefan Sorak á 3:47.14. Kvartføroyingurin David Carry kláraði akkurát ikki at koma í finaluna, við 3:48.02, og skjótastu fullblóðsdani var so Anders Lie sum nummar 10 við 3:48.02. Sí úrslitalista eftir innleiðandi her.



Frans var annars styrkismettur sum nummar 12 av øllum, meðan Anders Lie var styrkismettur sum nummar 8. Stóru skuffilsini vóru millum annað franski Sebastien Rouault sum varð nummar 15 við 3:51.81, hóast styrkismeting áðrenn sum nummar 3, og eisini franski Yannick Agnel sum varð nummar 29 við 3:58.62, hóast eina styrkismeting áðrenn sum nummar 2.

Í finaluni endaði Frans aftast sum nummar 8 við 3:47.84, altso eitt sindur spakuligari enn teir 3:47.24 sum hann svam í innleiðandi. Finalan var stýrd av teimum báðum Paul Biedermann og Ross Davenport, sum løgdu avstað við eini tíð undir 54 sekund fyrstu 100, og undir 1:51 eftir fyrstu 200, og har Biedermann so tók sigurin ímóti endanum við sínum klassiska spurti. Sí úrslitalista her.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.