Rouault vann 1500 frí í Berlin

Sebastien Rouault vann 1500 frí í Berlin við tíðini 14:48.31. Sergrii Frolov og Manuel Schwarz gjørdust ávikavist nr 2 og 3 við tíðunum 14:50.15 og 15:03.18. Rouault, Frolov, Joel Ax og Anders Lie kappaðust tær fyrstu 300 m. Hereftir fóru Frolov og Rouault undan hinar. Frolov sum hara og Rouault undir liðini til 250 m vóru eftir og Rouault setti ferð á. Lie hevði ein góðan endaspurt men varð ov stuttur til medalju við tíðini 15:03.86.


Í einari virtuellari kapping er Pál í Stockholm fremstur til 150 m eru eftir.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.