Yuliya Efimova 16 mánaðar karantenu fyri doping

Lesið her á SwimVortex

Dopingnevndin hjá FINA hevur avgjørt at russiska Yuliya Efimova skal hava 16 mánaðar bann, fyri positiva dopingtest staðfest uttanfyri kapping í Los Angeles (USA). Hon fær 16 mánaðar bann, sum tó endar soleiðis at hon kann náa at kvalifisera seg til at verja sítt tvífalda heimsmeistaraheiti frá HM í Barcelona 2013, á HM í Kazan 2015.


Continue reading Yuliya Efimova 16 mánaðar karantenu fyri doping

So fekk SSF sín instruktør-instruktør

Svimjisamband Føroya skipaði í vikuskiftinum fyri skeiði fyri lívbjargingardómarum, undir leiðslu av Mads Jørgensen frá Dansk Livrednings Forbund. Í hesum sambandi tók eisini Sørin S. Djurhuus prógv sum instruktør-instruktørur, sum merkir at hann framyvir kann skipa fyri slíkum skeiðum.

(Mads Jørgensen frá Dansk Livrednings Forbund ynskir Sørini S. Djurhuus til lukku við próvnum sum instruktør-instruktørur. Sørin S. Djurhuus eigur myndina)
Continue reading So fekk SSF sín instruktør-instruktør

HS masters óførir á Garpamót Íslands

Føroyskir svimjarar hava í hesum døgum luttikið á íslendsku meistarastevnuni fyri masters, við avbera góðum úrsliti. Tilsamans kappaðust tey 54 ferðir, og vunnu tá 15 gullmerki, 7 úr silvuri og 13 úr bronsu, ella tilsamans 35 heiðursmerki.

(Magni Arge fegin um sítt silvur á Garpamót Íslands 2014. Steinbjørn í Dali eigur myndina)
Continue reading HS masters óførir á Garpamót Íslands

Paulus Wildeboer er farin, 59 ára gamalur

Tíðindini frættust í gjárkvøldið, at Paulus Wildeboer var deyður av krabba í prostata, 59 ára gamalur.

Paulus var pápi Olaf og Aschwin Wildeboer, sum svumu fyri ávíkavist Niðurlondum og Spania, Aschwin við serliga góðum evnum. Og Paulus var sum kunnugt danskur landsliðsvenjari í fleiri ár, har hann fekk svimjarar sum Lotte Friis, Jeanette Ottesen og Rikke Møller Pedersen upp á heimsstøði. Áðrenn tað var hann venjari í Spania í eini 25 ár, og aftaná tað mentor hjá Swimming Queensland í Australia.

Vit føroyingar kendu hann væl, sum venjari hjá danska landsliðnum fram til OL í London, og síðani venjari hjá Páli fram til heiðursmerki á HM í Istanbul í 2012. Ein harður venjari, sum tó uttan iva hevði sín lut í at donsk svimjing lyftist sum hon gjørdi.

Ærað verður minnið um Paulus Wildeboer.

Svimjisamband Føroya skipar fyri lívbjargingardómaraskeiði

Rás 2 hevði fyri løtu síðani eitt innslag um lívbjargingardómaraskeiðið sum Svimjisamband Føroya skipar fyri, hetta vikuskiftið. Talan er um undirvísing av teimum sum skulu kunna døma um onnur lúka treytirnar fyri at vera lívbjargari. Og omaná tað tekur Sørin S. Djurhuus útbúgving sum lívbjargingardómara-dómari, sum bara tann fimti í kongaríkinum.

(Mynd frá tilsvarandi skeiði í 2009)

IOC stjóri: Rio 2016 fyrireikingarnar tær verstu nakrantíð, og har er eingin plan B

John Coates forseti í Australsku Olympisku nevndini og varaforseti í altjóða Olympisku nevndini verður her endurgivin fyri at siga at fyrireikarnar til Olympisku Leikirnar í Rio eru ‘tær verstu eg havi upplivað’ og ‘verri enn Athen’.


Continue reading IOC stjóri: Rio 2016 fyrireikingarnar tær verstu nakrantíð, og har er eingin plan B