Yuliya Efimova 16 mánaðar karantenu fyri doping

Lesið her á SwimVortex

Dopingnevndin hjá FINA hevur avgjørt at russiska Yuliya Efimova skal hava 16 mánaðar bann, fyri positiva dopingtest staðfest uttanfyri kapping í Los Angeles (USA). Hon fær 16 mánaðar bann, sum tó endar soleiðis at hon kann náa at kvalifisera seg til at verja sítt tvífalda heimsmeistaraheiti frá HM í Barcelona 2013, á HM í Kazan 2015.


Continue reading Yuliya Efimova 16 mánaðar karantenu fyri doping

Yuliya Efimova testað positiv fyri doping

Svimjiheimurin eksploderar í løtuni við søguni um at russiski bringusvimjarin Yuliya Efimova í ófráboðaðari dopingtest í oktober varð testað positiv fyri dehydroepiandrosterone. B-royndin er sambært sovsport.ru ikki kannað enn, men dómurin fyri hetta kann lættliga verða 2 ára karantenu, umframt at hon í so fall missur heiðursmerkini frá EM í Herning, har hon vann gull í 50 og 200 metra bringusvimjing, umframt silvur í 100 bringu, og Rikke Møller Pedersen verður so nýggjur evropameistari í 200 metra bringusvimjing. Efimova er russisk men venur í USA, hjá Dave Salo har eisini Mads Glæsner svimur.

Yuliya Efimova 28.71 og nýtt heimsmet í 50 bringu

Russiska Yuliya Efimova lat seg opinbart ikki ávirka av jarðaskjálvta-morgunvekingini í dag, tá ið hon á World Cup stevnuni í Tokyo vann finaluna í 50 metra bringusvimjing við nýggjum heimsmeti 28.71, har metið hjá Jessica Hardy frá World Cup stevnuni í Berlin í 2009 var 28.80. SwimmingWorld skrivar skrivar annars at hon hevur verið forfylgd av kolldømingum í greini á hesum umfari av World Cup stevnum, so teknikkurin hjá henni er sikkurt (og ikki óvæntað) á grensuni til tað lógliga. Sí úrslitalistan her.