SuSvim flest heiðursmerki á FM 2014

Suðuroyar Svimjifelag førir nú eftir fyrsta dag dystin um at vinna flest heiðursmerki á bæði FM og JM 2014, men Ægir er í hølunum á teimum. FLOT er í kraft av Biritu Debes við í dystinum um heiðursmerki hjá seniorum, meðan Havnar Svimjifelag stendur seg betri í juniorbólkinum.


Continue reading SuSvim flest heiðursmerki á FM 2014

Ásbjørg 33.90 og nýtt føroyskt met í 50 bringu

Ásbjørg Hjelm setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met og juniormet, tá ið hon í 50 metra bringusvimjing svam teinin uppá 33.90 sekund. Eva Trygvadóttir átti føroyska metið og juniormetið á 34.19, so Ásbjørg er eisini fyrsta undir 34 sekund. Ásbjørg svimur fyri Ægir, og verður at síggja í finaluni í kvøld.

Pál nærkast FM gull nr 100

Í fjør megnaði Pál Joensen, sum fyrsti føroyingur, at koma upp um 100 FM heiðursmerki. Í ár hevur Pál møguleika fyri at taka gull nr 100, íroknað liðkappingar og sum einstaklingur. Heiðursmerkjahálið hjá Páli undan kappingunum í dag er 90 gull, 24 silvur og 11 bronsur, harav hann eigur 88 gull, 13 silvur og 5 bronsur sum einstaklingur. Gongur tað eftir vild hjá honum og suðringum, so kann hann vinna gull nr 100 leygarkvøldið og nr 100 sum einstaklingur sunnudagin.

Pál Joensen
Continue reading Pál nærkast FM gull nr 100

Kravtíðir til EJM, EM og NMU 2014

Kunning frá Svimjisambandi Føroya

Formenn og venjarar í føroysku svimjifeløgunum fingu viðfesta skriv í telduposti í gjár, við kravtíðunum til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna í Dordrecht hin 9. til 13. juli 2014, og til Evropeisku Meistarastevnuna í Berlin hin 18. til 24. august 2014.

Kravtíðirnar síggjast eisini á www.ssf.fo.

Til NMU í Bellahøj hin 12. og 13. juli 2014 verða úttikin í mesta lagið 5 gentur og í mesta lagið 5 dreingir, sum til MU 2014 og FM 2014 hava nátt hægstu finastigini, omanfyri 500.

Kravtíðarskeiðið endar nú aftaná FM 2014.