Úrslit frá Meistarastevnuni fyri Ung 2014

Viðfestir eru úrslitalistar og hagtalsfílur frá Meistarastevnuni fyri Ung 2014, sum Svimjisamband Føroya skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, Flaggdagin 25. og 26. apríl 2014.

Suðuroyar Svimjifelag vann nógv flest heiðursmerki; eini 57 gullmerki, 30 silvur og 18 úr bronsu. Reysti vann næstflest og Havnar Svimjifelag triðflest, sí talvuna niðanfyri.

Sára R. Nysted (SuSvim) vann flest heiðursmerki yvirhøvur – eini 13 úr gulli og 3 úr silvuri – meðan Róland Toftum (SuSvim) við sínum 12 úr gulli, 2 úr silvuri og 1 bronsu vann mest á harrasíðuni.

Størsta bragdið var vælsagtans tá ið Sára í kvøld svam seg undir minuttin í 100 metra frísvimjing, við tíðini 59.99, sum allarhelst yngsti føroyski svimjarin nakrantíð. Tað er hon (árgang 2001) ella Guðrun Mortensen (1997), har Guðrun svam seg undir minuttin við júst somu tíð í september 2010).
Continue reading Úrslit frá Meistarastevnuni fyri Ung 2014

Úrslit frá fyrsta degi á MU 2014

Her eru úrslitalistarnir frá fyrsta degi á Meistarastevnuni fyri Ung 2014, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali nú 24. – 25. apríl 2014.

Støðan nú aftaná fyrsta dag er at Suðuroyar Svimjifelag vunnið nógv flest gullmerki, Reysti næstflest og HS triðflest.

Mest vinnandi svimjari er Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag, sum til nú hevur vunnið eini 6 gullheiðursmerki og 2 silvur, meðan Róland Toftum er mest vinnandi hjá dreingjunum við 5 gullheiðursmerkjum og 2 úr silvuri.


Continue reading Úrslit frá fyrsta degi á MU 2014

Fyribils skrá fyri MU 2014

UPDATE: Har var ymiskt at rætta í fyrstu útgávu av skránni; men nýggjasta sæst nú her á livetiming.dk, har úrslitini eisini komast at síggja

Svend Åge sendi fyri løtu síðani út hesa fyrstu útgávu av skránna fyri Meistarastevnuna fyri Ung 2014, sum verður í Gundadali nú Flaggdagin og leygardag 25. – 26. apríl. Venjarar verða bidnir um at melda aftur sum skjótast, um okkurt ikki er sum ætlað.

Rikke Møller Pedersen eigur 4 av 8 bestu tíðum í heiminum nakrantíð

Nú flestu av teimum stóru úttøkustevnunum eru avgreiddar fyri í vár, ber til at staðfesta at tað aftur í ár stendur heilt væl til hjá danskari svimjing, í øllum førum á kvinnusíðuni.

(Mie, Rikke, Jeanette og Pernille á EM í Herning. Photo courtesy of svoem.dk)
Continue reading Rikke Møller Pedersen eigur 4 av 8 bestu tíðum í heiminum nakrantíð

8 staðið lívbjargingarroynd í Gundadali í dag

Frá Svimjisambandi Føroya

Mikudagin 16. apríl vóru 8 fólk, sum arbeiða í Svimjihøllini í Havn, á skeiði í lívbjarging. 5 av teimum tóku royndina fyri fyrstu ferð, meðan 3 teirra endurtóku hana, so sum fyriskrivað er. Øll stóðu royndina. Undirvísarar vóru Jórun Eið Johannesen og Sørin S. Djurhuus.