Magnus Jákupsson svam seg fyri løtu síðani víðari til finalu á Bergen Swim Festival 2014, tá ið hann í 100 metra ryggsvimjing svam 4. bestu tíð 56.27. Finalurnar frá innleiðandi í dag eru í annaðkvøld.
Pál 1:03.14 og víðari til finalu í 100 bringu á BSF 2014
Pál Joensen svam seg fyri løtu síðani víðari til finalu á Bergen Swim Festival 2014, tá ið hann í 100 metra bringusvimjing svam teinin uppá 1:03.14. Hetta er bara 14 hundraðpartar frá føroyska metinum hjá honum á 1:03.00. Estiski Martti Aljand svam skjótastu tíð 1:00.63, Pál var sættskjótastur, og ‘spakuligasti’ av teimum sum sloppu í finalu var norski Jørgen Scheie Bråthen, sum svam teir 100 á 1:04.28.
Magnus 23.41 og víðari til finalu í 50 frí á BSF 2014
Magnus Jákupsson svam seg fyri løtu síðani víðari til finalu á Bergen Swim Festival 2014, tá ið hann í 50 metra frísvimjing svam teinin uppá 23.41 sekund. Hetta var fimtskjótasta tíð, har Ralf Tribuntsov hevði skjótastu á 22.55 sekund. Frans Johannesen svam 11. bestu tíð á 24.13 sekund, har tað sleppa 7 í finalu í Sentralbadet.
Pál, Frans og Magnus til Bergen Swim Festival 2014
Árliga Bergen Swim Festival byrjar í morgin, við luttøku av altjóða stjørnum sum til dømis suðurafrikanska Cameron van der Burgh, ungarsku Daniel Gyurta og Katinka Hosszu, og føroyinginum Pál Joensen. Danir hava ein rættiliga stóran hóp eisini, av landsliðssvimjarum og úr sonevnda ‘Great Danes’ hópinum, har eisini Frans Johannesen og Magnus Jákupsson teljast ímillum.
(Magnus, Frans og Pál á Danish Open 2012. Jákup Jacobsen eigur myndina)
Continue reading Pál, Frans og Magnus til Bergen Swim Festival 2014
Úttøkur til NMU, EJM og EM 2014
Svimjisamband Føroya hevur í dag kunngjørt landsliðini til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung í Bellahøj hin 12. og 13. juli 2014, Evropeisku JuniorMeistarastevnuna 2014 í Dordrecht hin 9. til 13. juli 2014, og til Evropeisku Meistarastevnuna í Berlin hin 18. til 24. august 2014.
FM vinnarar halda tørn
Gull-tíðirnar í FM 2014 vóru í miðal eins skjótar sum metárið í fjør. Man kundi kanska væntað at gull-tíðirnar fóru at vera spakuligari enn í fjør, tí summir av gull-vinnarunum í fjør luttóku ikki í ár og enn er langt til næstu oyggjaleikir. Tíbetur hava nýggir gull-vinnarar traðkað til, serliga Emma Festirstein Nystrøm (HS), Ásbjørg Hjelm (Ægir) og Høgni Simonsen (Susvim).
Continue reading FM vinnarar halda tørn
Pál, Óli og Alvi dominera listan yvir bestu avrik á FM 2014
Um vit hyggja at hægstu FINA stigum á FøroyaMeistarastevnuni 2014, so eru tað serliga teir tríggir langteinararnir sum gjørdu vart við seg: Pál Joensen (1990) úr SuSvim, Óli Mortensen (1996) úr Havnar Svimjifelag og Alvi Hjelm (1996) úr Ægir.
(Alvi, Pál og Óli aftaná ein av longru teinunum á FM 2014)
Continue reading Pál, Óli og Alvi dominera listan yvir bestu avrik á FM 2014
Listin yvir søguligum FM-vinnarum er dagførdur
Nú eru úrslitini frá 2014 tald við á listanum yvir søguligum FM-vinnarum í einstaklingakappingum. Pál hevur styrkt oddasessin munandi. Høgni Simonsen (Susvim), ársins svimjari Emma Festirstein Nystrøm (HS) og ársins stjørnuskot Sára R Nysted (Susvim) hava haft størstu framgongd á listanum síðan FM í fjør. Havast skal í huga at listin er rættiliga ófullfíggjaður. Enn mangla úrslit frá FM 2003, 2001-1998, 1996-1994 og 1991-1974.
Continue reading Listin yvir søguligum FM-vinnarum er dagførdur
Video frá morgun kappingunum í FM 2014
Allir riðlarnir frá morgun kappingunum (og juniormeistarastevnuni) farna vikuskifti eru at finna her, skipað í tíðarrað. Nøvn á svimjarunum síggjast við at trýsta á “i” ovast til høgru í videorútinum.
Úrslit frá FM 2014
Viðfestur er úrslitalistin frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2014, umframt dátufílur til hagtalsbrúk.