Pál, Óli og Alvi dominera listan yvir bestu avrik á FM 2014

Um vit hyggja at hægstu FINA stigum á FøroyaMeistarastevnuni 2014, so eru tað serliga teir tríggir langteinararnir sum gjørdu vart við seg: Pál Joensen (1990) úr SuSvim, Óli Mortensen (1996) úr Havnar Svimjifelag og Alvi Hjelm (1996) úr Ægir.

(Alvi, Pál og Óli aftaná ein av longru teinunum á FM 2014)

Pál eigur 6 av teimum 16 úrslitunum yvir 700 FINA stig, Óli 4 og 3, og afturat teimum eru so Cecilia Eysturdal (1996) úr Ægir við tveimum og Birita Debes (1995) úr FLOT við einum.

  • 823 – Pál Joensen 7:52.98 í 800 frí
  • 810 – Pál Joensen 3:48.17 í 400 frí
  • 789 – Pál Joensen 15:19.84 í 1500 frí
  • 769 – Óli Mortensen 15:27.56 í 1500 frí
  • 769 – Alvi Hjelm 15:27.71 í 1500 frí
  • 732 – Óli Mortensen 8:11.85 í 800 frí
  • 731 – Cecilia Eysturdal 4:20.71 í 400 frí
  • 728 – Óli Mortensen 3:56.48 í 400 frí (finalu)
  • 726 – Pál Joensen 4:21.94 í 400 blandað
  • 724 – Alvi Hjelm 8:13.60 í 800 frí
  • 715 – Óli Mortensen 3:57.85 í 400 frí (innleiðandi)
  • 714 – Alvi Hjelm 3:57.98 í 400 frí
  • 709 – Birita Debes 28.82 í 50 rygg
  • 708 – Pál Joensen 1:51.49 í 200 frí
  • 703 – Pál Joensen 2:15.67 í 200 bringu
  • 702 – Cecilia Eysturdal 9:05.08 í 800 frí

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.