Pál Joensen varð í kvøld nummar 6 í 100 metra bringusvimjing á Bergen Swim Festival 2014, tá ið hann í finaluni svam teinin uppá 1:03.44. Ungarski evropameistarin Daniel Gyurta vann við tíðina 58.65 sekund, og honum á baki var estiski Martti Aljand við 58.74 sekund.
Magnus 2:01.39 og bronsu í 200 rygg á BSF 2014
Magnus Jákupsson vann sær í kvøld eitt bronsuheiðursmerki á Bergen Swim Festival 2014, tá ið hann í 200 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 2:01.39, aftanfyri estiska Ralf Tribuntsov á 1:58.05 og svenska Simon Sjodin á 2:00.53. Magnus vann eisini bronsu í 100 rygg í kvøld, og hevur harvið vunnið tvey sovorðin tilsamans til nú.
Frans 59.08 og nr 6 í 100 blandað á BSF 2014
Frans Johannesen varð í kvøld nummar 6 í 100 metra blandaðari svimjing á Bergen Swim Festival 2014, tá ið hann í finaluni svam teinin uppá 59.08 sekund. Estiski Martti Aljand vann kappingina við tíðina 54.02 sekund, danski Daniel Skaaning vann silvur við 55.47, og norski Markus Lie bronsu við tíðini 56.31.
Magnus 23.73 og nr 6 í 50 frí á BSF 2014
Magnus Jákupsson varð í kvøld nummar 6 í 50 metra frísvimjing á Bergen Swim Festival 2014, tá ið hann svam teinin uppá 23.73 sekund. Finalan var skipað sum ein av hesum ‘challenge’ kappingunum, har teir skuldu svimja teir 50 fleiri ferðir, og 2 teir spakuligastu so her vórðu tiknir frá aftaná hvørjar rundu. Og Magnus og Markus vóru so teir óhepnu hesu ferð, væl hugsandi tí at teir júst undan høvdu kappast um heiðursmerki í 100 metra ryggsvimjing.
Magnus 54.28 og bronsu í 100 rygg á BSF 2014
Magnus Jákupsson megnaði í kvøld at vinna sær bronsuheiðursmerki á Bergen Swim Festival 2014, tá ið hann í 100 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 54.28 sekudn, aftanfyri estiska Ralf Tribuntsov á 51.79 og norska Markus Lie á 54.23.
Pál og Frans nr 6 og 7 í 200 frí á BSF 2014
Pál Joensen og Frans Johannesen luttóku fyri løtu síðani í finalu í 200 metra frísvimjing á Bergen Swim Festival 2014, og vórðu teir har ávikavist nummar 6 og 7 við tíðunum 1:49.77 og 1:49.84. Tað var ein rættiliga tøtt finala, har vinnarin Daniel Steen Andersen úr Danmark vann við tíðini 1:48.03, og silvur og bronsu so fóru til danska Daniel Skaaning á 1:48.09 og svenska Simon Sjödin á 1:48.60.
Frans 58.68 og víðari til finalu í 100 blandað á BSF 2014
Frans Johannesen svam seg í morgun víðari til finalu á Bergen Swim Festival 2014, tá ið hann í 100 metra blandaðari svimjing svam teinin uppá 58.68 sekund. Skjótasti svimjari var estiski Martti Aljand á 55.61 sekund.
Magnus 2:03.96 og víðari til finalu í 200 rygg á BSF 2014
Magnus Jákupsson svam seg í morgun víðari til finalu á Bergen Swim Festival 2014, tá ið hann í 200 metra ryggsvimjing svam triðskjótastu tíð 2:03.96, aftanfyri estiska Ralf Tribuntsov á 1:58.68 og danska Kewin Witt Christensen á 2:03.90.
Pál 3:52.68 og skjótastur í innleiðandi 400 frí á BSF 2014
Pál Joensen svam seg lættliga víðari til finalu í 400 metra frísvimjing á Bergen Swim Festival 2014, tá ið teir í morgun avgreiddu innleiðandi riðlarnar. Hann hevði nevniliga klárt skjótastu tíð 3:52.68, har nummar 2 og 3 av seniorunum vóru donsku Sebastian Ovesen á 3:57.90 og Anton Ørskov Ipsen á 3:58.84. Frans Johannesen hevði fjórskjótastu innleiðandi tíð 3:59.03. Millum hesar lá eisini juniorurin Henrik Christiansen, við 3:56.32.
Pál og Frans víðari til finalu í 200 frí á BSF 2014
Pál Joensen og Frans Johannesen kvalifiseraðu seg báðir til finalu á Bergen Swim Festival 2014, tá ið innleiðandi riðlarnir í 200 metra frísvimjing vóru nú seinnapartin. Pál hevði triðbestu tíð 1:50.36 og Frans 6. bestu 1:51.86, meðan skjótasti var danski (og í løtuni forkølaði) Daniel Skaaning á 1:49.29. Kappingin í 200 frí var sum heild dominerað av føroyingum og dønum, nú eisini donsku Daniel Steen Andersen og Anton Ørskov Ipsen vóru millum teir 7 sum kvalifiseraðu seg til finaluna í morgin.