Trý dopingfólk hjá FINA leggja frá sær vegna rokið í Rio

Írsku RTÉ bóru tíðindini í gjár, at sjálvur formaðurin í antidopingareftirlitsnevndini hjá FINA leggur frá sær, umframt tveir aðrir limir úr nevndini á átta, tí at FINA ikki vildi fylgja einmælta tilmælinum frá nevndini, um hvussu hvør einstakur russi skuldi kannast áðrenn møguliga luttøku á OL í Rio.

Í staðin sóu tey fyrst tá ið kappast varð, hvør ið slapp at luttóku, og fingu heldur ikki svar uppá eitt bræv har tey tá bóðu um frágreiding frá FINA.

FINA verjir seg í dag við, at OL er eitt tiltak undir IOC, har avgerðin um russararnar varð tikin av IOC og CAS, og at hóast tey í FINA greiddu frá støðuni hjá hesi nevnd, so lá endaliga avgerðin ikki hjá FINA.

Kravtíðir til HM í Budapest í 2017

Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til HM á langgeil 2017, sum verður í Budapest í Ungarn frá 23. til 30. juli 2017. Sjálvar kravtíðirnar eru fyri so vítt tær somu sum tær ið FINA hevur ásett, tó av praktiskum orsøkum við kravtíðarskeiði sum endar eitt sindur fyrri enn tað hjá FINA. Kravtíðirnar síggjast eisini her á ssf.fo.

Vladimir Morozov 50.30 og nýtt heimsmet í 100 blandað

Russiski Vladimir Morozov betraði í gjár um sítt heimsmet í 100 metra blandaðari svimjing, tá ið hann á World Cup stevnuni í Berlin svam teinin uppá 50.30 sekund. Hann átti heimsmetið á 50.60, frá World Cup stevnuni í París-Chartres, farna vikuskifti.

Kravtíðir til NJM, NM og HMS 2016

Starvsnevnd SSF hevur ásett kravtíðir til NJM, NM og HMS 2016, sum lýst í viðfesta skrivi. Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan verður í Kolding í Danmark frá 9. til 11. desember 2016, meðan HeimsMeistastevnan á Stuttgeil er í Windsor í Kanada frá 6. til 11. desember.

Kravtíðirnar síggjast eisini her á ssf.fo.

Image courtesy of Owolter, CC BY 3.0
Image courtesy of Owolter, CC BY 3.0

Óli næstskjótastur av øllum á Christansborg Rundt 2016

Óli Mortensen vann í dag silvur á Christiansborg Rundt 2016, sum næstskjótasti svimjari av øllum teimum umleið 3300 sum luttóku á 2 kilometra teininum, í kanalunum runt stjórnarbygningin í Keypmannahavn. 

Hann var bara 8 sekund aftanfyri vinnaran Matej Kozubek úr Kekkia, við 22:38 í mun til 22:30, meðan danski Marcus Krøyer Svendsen vann bronsu við 23.35.

Óli luttók fyri Hovedstadens Svømmeklub, men er sum kunnugt úr Havnar Svimjifelag. Hann og Alvi Hjelm úr Ægir hava í summar skift til hetta felag, nú teir eru farnir niður at lesa.

Úrslitalistarnir verða at síggja seinni í dag, her á copenhagenswim.com. Afturat Óla luttóku í øllum førum føroysku Alvi Hjelm, Frans Johannesen, Jon Hestoy og Oluffa á Høvdanum.

Europa Cup í Keypmannahavn er ein óslípaður diamantur, segði Hestoy vegna LEN

Jon Hestoy hevði so avgjørt tey føgru orðini frammi, tá ið hann í morgun vegna evropeiska svimjisambandið LEN setti Keypmannahavnar-partin av Europa Cup stevnuni í open water svimjing, saman við umboðum frá Sport Event Danmark og Dansk Svømmeunion.

– Det er helt symbolsk, at vi står her ved Den Sorte Diamant. Europa Cuppen her i København er helt klart en usleben diamant med masser af potentiale til meget mere. Det tager tid at etablere sig som event, og det er utvetydigt en kæmpe fordel, at cuppen ligger i forbindelse med motionsarrangementet Christiansborg Rundt. Vi arbejder på en ny struktur for netop vores Europa Cup. Vi ønsker alt det, som København har: I hjertet af en storby, i forbindelse med et motionsarrangement med top professionel afvikling og i det skønneste vejr, siger Jon Hestoy, som er teknisk delegeret fra det europæiske svømmeforbund, LEN.

Lesið her á svoem.dk

Image courtesy of Jesper Westley / Dansk Svømmeunion
Image courtesy of Jesper Westley / Dansk Svømmeunion