So er tað (skjótt) HM á stuttgeil 2016

Nú týsdagin hin 6. desember byrjar HeimsMeistarastevnan á Stuttgeil 2016, í kanadiska býnum Windsor nær Detroit í USA. Úr Føroyum luttaka tríggir svimjarar, og byrjar ferðin hjá tí eina í dag, meðan hinir báðir koma afturat í kvøld og í morgin. 

Continue reading So er tað (skjótt) HM á stuttgeil 2016

Úttøka til HM á stuttgeil 2016

Kunning vegna SSF

Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur samtykt at taka út fylgjandi lið til heimsmeistarastevnuna á stuttgeil, sum verður í Windsor í Kanada frá týsdegi 6. til sunnudag 11. desember 2016.

  • Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag
  • Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag
  • Pál Joensen (1990), Suðuroyar Svimjifelag

Continue reading Úttøka til HM á stuttgeil 2016

Magnus og Frans úttiknir til HM á stuttgeil 2016

Danska Svimjisambandið hevur nú kunngjørt sítt landslið til heimsmeistarastevnuna á stuttgeil 2016, sum verður í Windsor í Kanada frá 6. til 11. desember 2016.  Tilsamans verða tey 16 svimjarar sum fara at umboða Danmark har, íroknað Magnus Jákupsson og Frans Johannesen.

Magnus og Frans. Jákup Jacobsen eigur myndina
Magnus og Frans. Jákup Jacobsen eigur myndina

Continue reading Magnus og Frans úttiknir til HM á stuttgeil 2016

Kravtíðir til NJM, NM og HMS 2016

Starvsnevnd SSF hevur ásett kravtíðir til NJM, NM og HMS 2016, sum lýst í viðfesta skrivi. Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan verður í Kolding í Danmark frá 9. til 11. desember 2016, meðan HeimsMeistastevnan á Stuttgeil er í Windsor í Kanada frá 6. til 11. desember.

Kravtíðirnar síggjast eisini her á ssf.fo.

Image courtesy of Owolter, CC BY 3.0
Image courtesy of Owolter, CC BY 3.0

HM á stuttgeil 2016 verður í Windsor, Kanada

Altjóða svimjisambandið FINA avgjørdi í gjár at geva Windsor í Kanada HM á stuttgeil í 2016, sum er 13. heimsmeistarastevna í røðini. Hetta var í kapping við Hong Kong, Abu Dhabi og Ashgabat í Turkmenistan, nokk so spennandi hjá okkum at sleppa tvørtur um hav, tá einaferð upp undir jól í 2016. Næsta HM á stuttgeil verður í Doha í Katar í 2014. Sí FINA.org.