FINA ynskir fleiri svimjigreinar á OL 2020 í Tokyo

Heimasíðan Inside the Games skrivar her um uppskot frá altjóða ítróttarsambondum til IOC, at FINA vil sleppa at víðka OL-skránna í svimjing frá verandi 32 OL-greinum, til tær 42 sum eru á skránni til HM. Tað vil siga íroknað 50 metrar rygg, bringu og firvald, 800 fyri menn og 1500 fyri kvinnur, og liðsvimjingar fyri mix-lið.

FINA ynskir eisini at fáa ‘high diving’ á skránna, har menn loypa frá 27 metra hædd og kvinnur frá 20 metra hædd, umframt synkronkapping fyri mix-lið, og fleiri men smærri lið til kappingarnar í vatnpolo.

FINA royndi sambært Swimming World eisini at fáa víðkað skránna til OL 2016 í Rio, so at kappingarskráin har skuldi vera tilsamans 40 greinar í svimjing. Men tað avvísti IOC, og tað er ikki nokk sannlíkt at FINA nú fær øll síni ynski uppfylt, við tað at IOC við tilvísing til eini ‘Agenda 2020’ roynir at halda samlaða talið av OL-greinum undir 310. Á OL í Rio vóru greinarnar 306, tá ið man telur allar ítróttargreinar tilsamans.

 

 

Photo by wuestenigel

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.