Heiðursmerki til føroyingar í Farum í kvøld

Tey avgreiddu finalur á Handelsbanken Farum Cup 2017 í kvøld, har eisini føroyingar luttóku.

FarumCup2017

  • í 50 rygg vann Magnus Jákupsson gull við 26.07
  • í 200 blandað vann Alvi Hjelm gull við 2:11.58 og Óli Mortensen silvur við 2:13.61
  • í 200 firvald vann Óli Mortensen gull við 2:09.13
  • í 100 bringu vann Alvi Hjelm silvur við 1:09.96
  • Í 4×100 blandað vunnu Alvi og Óli gull sum partur av liðsvimjingini hjá Hovedstadens Svømmeklub

HS masters vunnu 35 heiðursmerki á IMOC 2017

Tey eru nú liðug við íslendsku meistarastevnuni fyri masters 2017, har føroyingar eisini triðja kvøld vunnu sær heiðursmerki. Um eg havi talt rætt, so varð tað til tilsamans 35 heiðursmerki til føroysku svimjararnar.

18274980_613378815520811_5298867290041820858_n
HS masters á IMOC 2017. Jon Hestoy eigur myndina

Continue reading HS masters vunnu 35 heiðursmerki á IMOC 2017

Føroyingarnir vinna og vinna í Hafnarfirði

Tey eru í gongd við 2. dag á íslendsku mastersmeistarastevnuni 2017 í Hafnarfirði, har eisini føroyingar royna seg. Og tað gongur upp á stás, við heiðursmerki omaná heiðursmerki til føroysku garparnar.

Eyðun Bærentsen gull í 50 bringu. Jon Hestoy eigur myndina

Continue reading Føroyingarnir vinna og vinna í Hafnarfirði

Gull til føroyingar á IMOC 2017

Master-svimjararnir hjá Havnar Svimjifelag hava megnað at vinna nógv heiðursmerki longu nú fyrsta kvøld á íslendsku meistarastevnuni fyri masters, sum er í Hafnarfirði. Ein 6 gullheiðursmerki, 2 silvur og 1 bronsu varð tað til, hetta fyrsta kvøldið.

HS garpar í Hafnarfirði. Elin Olsen eigur myndina

Continue reading Gull til føroyingar á IMOC 2017

HS masters til IMOC 2017 í Hafnarfirði

Íslendingar skipa nú í vikuskiftinum fyri sínari árligu meistarastevnu fyri masters, við luttøku av eisini svimjarum úr Havnar Svimjifelag. Startlistin sæst her, har vit í heilum síggja at føroyingar hava bestu tilmeldingartíð. Føroysku favorittarnir eru serliga Bogi Hansen, Jon Hestoy, Eyðun Bærendsen, Bergliot Ihlen, Gunnleyg Durhuus og Aksel Haraldsen, umframt liðsvimjingarnar hjá HS.

Óli og Alvi gull og silvur í 1500 í Farum

Svimjistevnan Handelsbanken Farum Cup 2017 byrjaði í gjárkvøldið, har tey avgreiddu kappingina á longstu teinum, 1500 frí fyri menn og kvinnur. Hjá monnum varð úrslitið at Óli Mortensen og Alvi Hjelm vunnu ávíkavist gull og silvur, við tíðum 16:09.31 og 16:40.76 sum hjá báðum vóru nakað væl frá teirra bestu tíðum. Óli og Alvi svimja fyri Hovedstadens Svømmeklub, men eru ávikavist úr Havnar Svimjifelag og Ægir.

Føroyingar til Farum at kappast í vikuskiftinum

Farum Svømmeklub skipar nú í vikuskiftinum fyri Handelsbanken Farum Cup 2017, har eisini føroyskir svimjarar luttaka. Óli Mortensen hevur bestu tilmeldingartíð í 1500 frí og næstbestu í 200 firvald, Alvi Hjelm hevur bestu tilmeldingartíð í 200 blandað og næstbestu í 100 bringu, og Magnus Jákupsson hevur bestu tilmeldingartíð í 50 rygg. Sí startlistan her.

Óli 8:13.52 og nr 4 í 800 frí á Swim Open Stockholm 2017

Óli Mortensen svam seg í áðni til eitt fjórðapláss á Swim Open Stockholm 2017, við tíðini 8:13.52 í 800 metra frísvimjing. Hann varð egentliga nummar 3 í skjótasta riðli, men har var so ein í spakuligaru riðlunum í morgun sum hevði svomið enn skjótari enn tað.

Continue reading Óli 8:13.52 og nr 4 í 800 frí á Swim Open Stockholm 2017

Óli millum skjótastu í 800 á Swim Open Stockholm 2017

Tey eru nú komin til fjórða og síðsta dag á Swim Open Stockholm 2017, har tað sum á Danish Open er eydnast føroyingum at koma í finalu allar dagar. Nú seinnapartin er tað Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag sum skal royna seg í skjótasta riðli í 800 metra frísvimjing, við 4. bestu tilmeldingartíð av øllum. Continue reading Óli millum skjótastu í 800 á Swim Open Stockholm 2017

Beinta 2:43.22, føroyskt met og í finalu á Swim Open Stockholm 2017

Beinta Poulsdóttir Debes setti í morgun nýtt føroyskt met í 200 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Swim Open Stockholm 2017 svam teinin í tíðini 2:43.20. Hon átti sjálv metið á 2:43.38 frá SuSvim-stevnu í mars mánaða, og er við hesum nýggja meti víðari til C-finalu nú seinnapartin. Beinta svimur fyri Havnar Svimjifelag.