Nú verður tað, føroyingar í trimum World Cup finalum !!

Elspa svimur 50 rygg kl 18:52, Pál 400 frí kl 19:16, og so aftur Elspa 200 rygg kl 19:47. Alt føroyska tíð.

TRÝST HER TIL AT SÍGGJA FINALURNAR ‘LIVE’ Á INTERNETINUM
(krevur møguliga Internet Explorer, útgáva 5.5 ella nýggjari)

Til ber eisini at fylgja við splitt-tíðunum ‘live’ her á omegatiming.com

Og um tit tilfeldigvís síggja SVT24, so senda tey tað eisini.

SKRÁIN ER HER

Ein upptakt finst her, har eg havi listað upp hvussu favorittarnir hava splittað sína bestu tíð, tá einaferð.
Continue reading Nú verður tað, føroyingar í trimum World Cup finalum !!

Pál triðbestu tíð í innleiðandi 400 frí

Glæsner legði út sum eitt lokomotiv í fyrsta riðli, men Pál hevði fyrimun av at liggja undir liðini á Mellouli, í næsta riðli. Pál er sostatt styrkismettur sum nr 3 í finaluni í 400 frí í kvøld. Og nú Elspa kom í finaluna í 50 rygg, so merkir tað at tveir føroyingar fara at svimja ‘live’ í kvøld, á SVT24 og sum webcast, frá kl 18:00 føroyska tíð, umframt sum ‘live timing’ á omegatiming.com.

Her er startlistin til teir 50 rygg hjá Elspu, og her er hann til teir 400 hjá Páli. Elspa liggur bara eina geil frá Sanju Jovanovic úr Kroatia, sum eigur heimsmetið í 50 rygg, og Pál sleppur aftur at svimja undir liðini á Mellouli, sum hevði bestu tíð í morgun.

Her eru splitt-tíðirnar hjá Páli frá í morgun:

wc081111pal400fr
Continue reading Pál triðbestu tíð í innleiðandi 400 frí

Upptakt til teir 400 í Stockholm

Pál luttekur í innleiðandi 400 frí á World Cup stevnuni í Stockholm í morgun, og klárar vónandi tá at gerast millum 8 teir skjótastu, sum er kravið til at sleppa í finaluna í kvøld. Hann hevur sum er sjeyndbestu tilmeldingartíð. Fylgjast kann við innleiðandi riðlunum á www.omegatiming.com frá kl 09:00 føroyska tíð, og finalan verður hartil sjónvarpað av SVT24 og streamað ‘live’ frá kl 18:00 føroyska tíð. Neyðugt er at brúka Internet Explorer, til at kunna síggja streamingina.

Nøkur met:

  • Føroyskt met: 3:45.21 (Pál Joensen, FAR, Kolding 26. okt. 2008)
  • Danskt met: 3:42.08 (Jacob Carstensen, DEN, Sheffield 14. mar. 1998)
  • Norðurlendskt met: 3:40.81 (Anders Holmertz, SWE, Paris 4. feb. 1990)
  • Evropeiskt met: 3:37.35 (Yury Prilukov, RUS, Manchester 11. apr. 2008)
  • Heimsmet: 3:34.58 (Grant Hackett, AUS, Sydney 18. jul. 2002)

8 teir bestu:

Nr Navn Tjóð Føddur 100m 200m 300m 400m Stað og dagfesting
1 Paul Biedermann GER 1986 53.50 1:48.66 2:43.40 3:38.22 Berlin 17. nov. 2007
2 Robert Hurley AUS 1986 53.05 1:48.99 2:45.42 3:42.50 Melbourne 22. sep. 2008
3 Oussama Mellouli TUN 1984 ? ? ? 3:43.33* ?
4 Robert Margalis USA 1982 ? ? ? 3:44.15* ?
5 Nicolas Frost AUS 1986 53.02 1:50.23 2:47.65 3:44.44 Melbourne 31. aug. 2007
6 Mads Glæsner DEN 1988 ? ? ? 3:44.98* ?
7 Pál Joensen FAR 1990 53.71 1:51.00 2:48.55 3:45.21 Kolding 26. okt. 2008
8 Christoffer Vikström SWE 1987 54.65 1:53.81 2:53.45 3:52.72 Jönköping 24. nov. 2007

*Mellouli hevur svomið 3:40.49 í Sydney tann 25. oktober 2008
*Margalis hevur svomið 3:42.22 í Shanghai tann 7. apríl 2006
*Glæsner hevur svomið 3:44.91 í Debrecen tann 13. desember 2007

3 Oussama Mellouli TUN 1984 25.59 53.35 1:50.18 3:40.49
Sydney 25. okt. 2008
4 Robert Margalis USA 1982 26.08 54.01 1:50.46 3:43.22
Shanghai 7. apr. 2006
6 Mads Glæsner DEN 1988 26.50 55.02 1:52.03 3:44.91 Debrecen 13. des. 2007

Onnur áhugaverd føroysk met:

  • 100m: 52.21 (Pál Joensen, FAR, Tórshavn 8. nov. 2008)
  • 200m: 1:47.13 (Pál Joensen, FAR, Kolding 24. okt. 2008)

Heilsan úr Stockholm

Jón og Pál heilsa úr Stockholm, at hylurin har yviri er “fábulaktigur”, og at Pál annars er væl fyri. Har eru 20 kamera á botninum av hylinum, sum verða brúkt til backup video døming. Tað vil siga, at um dómararnir eru í iva, so kunnu teir velja at hyggja at videounum. Hotellið er super, maturin fantastiskur, og sviiar fittur sum altíð. Les eisini á susvim.com

DSC01844

Shaila kláraði eisini kravtíðina til EM á stuttbana

OK, ein smuttari hjá mær, í øllum hurlivasanum. Sum tit fara at hoyra nú um eina løtu í 3-2, og sum vit eisini hava fingið váttað frá nýggja svimjisambandsforsetanum Jon Hestoy, so kláraði Shaila millum Garðarnar at kvalifisera seg til EM í Rijeka í desember mánaða, á HS stevnuni í vikuskiftinum. Tey verða tí fýra sum fara: Shaila, Mona, Kári og Pál.

So vítt eg dugi at síggja, so kláraði Shaila kravtíðina við at svimja 26.79 í 50 frí, tá ið suðuroyargenturnar svumu 4×50 frí, har kravtíðin til EM er 26.87 sekund.