Elspa er í finaluni í 100 rygg

Her var vist nokk okkurt galið við Live Timing, so at tað hvørki koyrdi ella listaði upp úrslit, fyrr enn tey fyrstu høvdu svomið. Men Elspa fekk altso 6. bestu tíð, 1:00.36, og er tí í finaluni. Lovisa Ericsson fekk 3. bestu tíð, og Sanja Jovanovic varð nr 7 🙂

Í 100 blandað gjørdist Elspa nr 12 við tíðini 1:03.53, og kom tí ikki í finaluna har. Tilmeldingartíðin var 1:03:05, so hon er nokk ikki blíð.

Marshall setti nýtt heimsmet í 100 rygg í gjár

Orsaka, helt at eg koyrdi tað á heimasíðuna í gjár, men tað fór bara í chattið. Amerikanski Peter Marshall setti í gjárkvøldið nýtt heimsmet í 100 rygg á stuttbana, tá ið hann svam teinin í tíðini 49.94 sekund. Ein video av svimjingini kann síggjast her á YouTube, tíverri uttan møguleika at leggja beinleiðis her á síðuna. Og nei, hann varð ikki fyrsti maður undir 50 sekund í 100 rygg, tí metið hjá Ryan Lochte var 49.99.

Sá, nú skal Elspa svimja 100 rygg og 100 blandað

Elspa hevur sambært startlistanum 5. bestu tilmeldingtíð í 100 rygg, og 11. bestu í 100 blandað. Svimur á geil 5 í riðli 2 í 100 rygg, undir liðini á Sophie Edington, og á geil 2 í riðli 2 í 100 blandað, har svimjarin á geilini uttanfyri hana er svensku Lovisu Ericsson, sum onkur kanska minnist frá NJM og EJM.

vlcsnap-375580

Pál nr 4 í 400 frí

Eingin kundi røra Mellouli, og Glæsner var tíverri alt ov væl fyri, so saman við Biedermann fingu teir trýst Pál aftur á fjórðaplássið. Glæsner fór nokk eftir danska metinum hjá Jacob Carstensen á 3:42.08, men náddi tað ikki við sínum 3:42.79. Pál setti hinvegin føroyskt met við meira enn einum sekundi (3:44.07, har metið var 3:45.21). Mellouli, well hann setti persónligt met við 3:38.42, har hann fyrr hevði svomið 3:40.49. Sí annars úrslitalistan her.

vlcsnap-359068
Continue reading Pál nr 4 í 400 frí

Vanderburgh fyrsti maður undir 26 í 50 bringu

Suðurafrikanski Cameron van der Burgh gjørdist júst nú fyrsta menniskja nakrantíð undir 26 sekund í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann setti heimsmet við tíðini 25.94. Hann setti sum kunnugt eisini heimsmet í bæði 50 og 100 bringu í vikuskiftinum, so sum tey siga í FINA streamingini: “3 World Records in as many days!”