Lítið visti Høgni T. Hansen, tá ið hann vann gull í 200 bringu á Oyggjaleikum á Isle of Wight við tíðini 2:24.71, at hetta føroyska metið fór at standa í yvir 15½ ár. Men tað gjørdi tað, til í dag tann 9. november kl umleið hálvgum fimm, tá ið Pál Joensen svam teinin í tíðini 2:22.49.
Kann síggjast á úrslitalistanum her:
http://www.ssf.fo/uploads/files/1993_swimming.pdf
Høgni svam tíðina í seinastu øld við vanligum svimjibuksum og við ongum firvaldsparki….hvør torir so at bjóða gamla metinum av? c”,)
Høgni var 100% bringusvimjari og ikki annað. Pál er frí svimjari, so tað er fantastiskt gjørt av honum.
Langar svimjibuksir útgera ikki sek, men kanska 100 partar, ella i besta førið 10 partar, ei heldur hatta firvald sparki ið er komi í svimjingina, ger at hann tók metið, men eina og aleina, at hann er so fantastikkur, sum hann nú er.
Venjing og aftur venjing.
Man ikki KP vera eitt sindur øvundsjúkur, tí Pál er úr SUSVIM.
Vatnið er ikki annarleiðis nú enn tá, men tað eru reglurnar.
Nei KP er IKKI øvundsjúkUR og heldur ikki øvundsjúk – tvørturímóti 😛 Ljóðar sum GEMINI er sjálvur úr SUSVIM og hevur undirlutakenslur. Eg unni øllum úr SUSVIM hasi metini, sum vera sett, tí tit gera eitt gott arbeiði til hvørja venjing og hetta gevur tykkum góð úrslit.
Vildi bara gera hasa viðmerkingina TÍ firvaldsparkið og langar svimjibuksur GERA mun – serliga í 200 m. Eg vildi bara geva eina útfordring til tann næsta, sum ætlar at svimja undir tíðina hjá Høgna í br-svimjing um at gera tað við vanligum svimjibuksum og uttan firvaldspark.