Suðurafrikanski Cameron van der Burgh gjørdist júst nú fyrsta menniskja nakrantíð undir 26 sekund í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann setti heimsmet við tíðini 25.94. Hann setti sum kunnugt eisini heimsmet í bæði 50 og 100 bringu í vikuskiftinum, so sum tey siga í FINA streamingini: “3 World Records in as many days!”
Finalan liggur her á YouTube.
Tí var hann ikki so væl fyri í Stockholm. Men nú skuldi tað verið yvirstaðið, og tí ætlar hann sær at svimja skjótari 🙂
http://www.swimnews.com/news/view/6533
Tað er beryktaði Dirk Lange sum er venjari hjá Van der Burgh. Tit minnast kanska rokið tá ið hann fór frá sum suðurafrikanskur landsliðsvenjari, men nú skal hann so heim aftur at venja týska landsliðið:
http://www.swimnews.com/news/view/6532