Innbjóðing til Klaksvík National 2008

Svimjifelagið Ægir bjóðar nú til sprintstevnu í Klaksvík 15. mars 2008, fyri bólkar 3, 4 og eldri. Kappast verður bert á teimum fýra 50 metrunum, umframt í 50 metra stafettum, við innleiðandi svimjing um morgunin og so finalur seinnapartin. Skipað verður eftir øllum at døma fyri ymiskum spennandi í pausuni eisini. Sí viðfestu innbjóðing.

Andkjær úr USA til DK at venja móti OL

Hetta ljóðar heilt øvut, men danski VM bronsuvinnarin Jakob Andkjær hevur nú valt at gevast við venjingini og lestrinum á tiltikna Auburn University í USA, fyri heldur at venja í Blovstrød í Danmark. Hann føldi at hann bara gjørdi tvey ting hálvt í USA, heldur enn at kunna fokusera uppá OL, og hartil heldur hann ikki at venjingini í yard-hyljum har yviri var so væl egnað til at fyrireika seg til OL á langbana. Lesið t.d. í Politiken og á swim.dk.

OL startskamlarnir fara at minna um teir í frælsum ítrótti

Sambært m.a. SwimNews og The Australian fer Omega at veita nakrar spildurnýggjar og ‘revolutionerandi’ skamlar til OL í Beijing, sum hava ein vinklaðan kant aftan, nøkulunda sum vit kenna tað frá startblokkunum í frælsum ítrótti. Havi roynt at finna eina mynd, men finni tíverri onga (enn). Avstraliumenn eru ikki so nøgdir, við tað at hvørt land bara fær tveir skamlar í part at venja á.

Úrslit frá Skeggjar stevnuni 2008

Viðfestur er úrslitalistin umframt hagtalsfílan til WinGrodan. Úrslitið varð at Ægir vann flest heiðursmerki, Reki næstflest og FS triðflest. Torkil Jákupsson Poulsen úr Reka vann flest heiðursmerki hjá dreingjum í bólki 1, meðan Ronja Eysturdal úr Ægir vann flest hjá gentum. Í bólki 2 vóru toppskorararnir Óluva Jacobsen úr Reka og Betuel Hansen úr FLOT. Continue reading Úrslit frá Skeggjar stevnuni 2008

Thorpe heldur ikki at Phelps fer at sláa Spitz

Nógv vænta væl onkunsvegna at Michael Phelps fer at royna og kanska klára at sláa metið hjá Mark Spitz, at hava vunnið flest gullheiðursmerki á Olympisku leikum. Men hóast Ian Thorpe ynskir honum alt tað besta, so væntar hann ikki at Phelps fer at klára tað. “[T]here’s a thing called competition”. Lesið her á timedfinals.com.

Innbjóðing til Ægir stevnu 16.-17. februar 2008

Hey øll somul

  • 16.-17. februar verður Ægir stevna og bjóða vit tykkum tí vælkomin til Klaksvíkar.
  • Vit hava lagt ta útsettu bólk 1. og 2. kappingina til at verða sunnudagin 17.
  • Leggið til merkis, at ´masters´ kappingar eru lagdar at verða leygardagin seinnapart….verið ikki smæðin;)

vinarliga
Johan Martin Poulsen