“It’s a significant change. You’ll be able to tell exactly what I did as soon as I take my first stroke”, sigur Michael Phelps í samrøðu við Associated Press, her á baynews9.com, og heldur áfram “”I’m going to try it this year. If it works, it works” … “If it doesn’t, I’ll go back to the old stroke.
Continue reading Phelps roynir nýggjan frí-teknikk
Category: Kapping
Pauli Ø. Mohr 52.76 í 100 frí
Video av tá Pauli Øssursson Mohr kvalifiseraði seg til Oyggjaleikir eisini í 100 frí, á úttøkustevnuni leygardagin.
Video av føroyska metinum hjá Paula
Her svimur Pauli Øssursson Mohr 50 frí uppá 23.74 sekund, á oyggjaleikaúttøkustevnuni farna vikuskifti:
Avstralskt super-talent luttekur á Paris Open
13 ára gamla Yolane Kukla er fyrrverandi fimleikari, sum longu er skjótari enn Libby Trickett, Cate Campbell og Emily Seebohm, tá ið tær vóru á hennara aldri. Lýst sum “stutt men sterk”, við stórum hondum og fótum, verður hon søgd at vera framúrskarandi atletisk, og tá ið tað kemur til styrki í mun til vekt. Og bestu tíðirnar smæðast ikki burtur:
- 100 firvald: 59.97
- 100 frí: 55.26
- 100 rygg: 1:03.33
- 50 frí: 25.35
Alt í langhyli, á avstralsku mestarastevnuni fyri ung, herfyri. Les SwimNews.com
Mynd av Yolane Kukla sæst í greinini her, og vist nokk eisini her og her í myndasavninum frá avstalsku meistarastevnuni.
Her er eitt brot úr ‘The Morning Swim Show’, har hon verður nevnd:
Continue reading Avstralskt super-talent luttekur á Paris Open
Hesi verða leiðarar og venjarar okkara á Oyggjaleikum 2009
Leiðarar og venjarar til Oyggjaleikirnar á Álandi verða hesi:
Ferðaleiðari: Niels Pauli Eysturberg
Liðleiðari: Maria Danielsen
Venjarar:
Kristian Martin Joensen
Petur Heðin á Fløtti
Jón Bjarnason
Okkara 1996-arar vinda burtur úr dønum í 1500 frí
Eyðbjørn Joensen úr SuSvim svam seg sum kunnugt við tíðini 18:01.70 til silvurnál í 1500 frí, á úttøkustevnuni farna vikuskiftið, har Óli Mortensen úr HS svam 18:23.09 og Alvi Hjelm úr Ægir svam 19:02.65. Teir eru allir árgang 1996, og til samanberingar svimur skjótasti danin 19:34.65, á danska styrkislistanum fyri árgang 1996.

Continue reading Okkara 1996-arar vinda burtur úr dønum í 1500 frí
Franska meistarastevnan byrjar í dag
Lesið her á SwimNews.dk, umframt her á SwimNews.com, um tit hava hug at lesa eina ordiliga svadu um kaosið við ‘superdraktunum’. Fólk vænta heimsmet, og samstundis fer FINA í dag undir óheftu testirnar av superdraktum, sum kunnu gera at onkrar at hesum draktum verða forbodnar longu í morgin.
Stekelenburg ávíst at Jaked er enn betri enn Speedo LZR
Niðurlendski bringusvimjarin Lennart Stekelenburg hevur av álvara set kók í Craig Lord á SwimNews, nú hann (Stekelenburg) á Amsterdam Swim Cup í eini Speedo LZR svam fyrst 1:01.09 í innleiðandi 100 bringu í langhyli, fyri síðani at vinna silvur í greinini aftur í Speedo LZR við 1:01.90 í finaluni, har hann millum báðar riðlarnar sum eitt slag av mótmæli svam 59.50 í eini Jaked drakt, í serligum eyka (men ótýðandi) ‘timed trial’. Stekelburg vildi sambært Craig Lord vísa á órættvísi við hesum allarnýggjastu draktunum; og tá skulu vit væl minnast til, at Speedo LZR absolutt eisini er ein superdrakt.
Continue reading Stekelenburg ávíst at Jaked er enn betri enn Speedo LZR
Kunning um MU 2009
Meistarastevnan fyri Ung verður komandi vikuskifti í Klaksvík, fyri bólkarnar 1, 2 og 3, sum eru svimjarar frá umleið 10 ár til 16 ár. Viðfest er kunning frá Svimjinevnd SSF um tiltakið, harúr eg her niðanfyri listi upp tíðarætlanina:
- Fríggjadagur 24. apríl: Upphiting kl 18:30, Kapping kl 19:30
- Leygarmorgun 25. apríl: Upphiting kl 09:00, Kapping kl 10:00
- Leygardagur 25. apríl: Upphiting kl 15:00, Kapping kl 16:00
- Sunnudagur 26. apríl: Upphiting kl 13:00, Kapping kl 14:00
Marleen Veldhuis sett heimsmet í bæði 50 frí og firvald í dag
Fyrst tók hon langhyljametið frá Therese Alshammer í 50 firvald, við á Amsterdam Swim Cup at svimja 25.33 har metið hjá Alshammar frá 2007 var 25.46. Og síðani betraði hon eisini um metið í 50 frí, við at svimja 23.96 har Libby Trickett 23.97 í 2008. Lesið her á SwimmingWorld Magazine
