Eyðbjørn Joensen úr SuSvim svam seg sum kunnugt við tíðini 18:01.70 til silvurnál í 1500 frí, á úttøkustevnuni farna vikuskiftið, har Óli Mortensen úr HS svam 18:23.09 og Alvi Hjelm úr Ægir svam 19:02.65. Teir eru allir árgang 1996, og til samanberingar svimur skjótasti danin 19:34.65, á danska styrkislistanum fyri árgang 1996.
Í 400 frí eru teir eisini væl fyri, har Alvi Hjelm nú svam 4:40.09, Eyðbjørn Joensen 4:40.55 og Óli Mortensen 4:43.00, meðan fimtbesta tíð á danska styrkislistanum er 4:45.25. Og í 200 frí svam Alvi 2:12.30, Eyðbjørn 2:12.66 og Óli 2:14.22, har næstbesti á danska listanum svimur 2:13.87, og triðbesti 2:14.49.
Ófør úrslit hjá trimum ungum svimjarum úr trimum ymiskum feløgum, og vónandi ein forsøgn uppá spennandi framtíð, hjá teimum og føroyskari svimjing 🙂
Og nú kemur SUM har teir óiva fara at svimja enn skjótari, niðurtrappaðir eitt sindur, og enn meira uppá spæl. Undir 1min í 100m, undir 2:10 í 200m ja kanska nærmari 4:30 enn 4:40 í 400m?
Teir svimja jú ímóti einum sera sera sterkum árg’95 úr FS, jú tað skal sikkurt blíva sera spennandi í vikuskiftinum, og at síggja hesar í framtíðini.
Hví er Johan ikki árg’96 ? ;o)
Orsaka meg, at eg var so skjótur á avtrekkjarinum 😉 men góður er hann.